hjálparvenjarin í Watford letur væl at teimum báðum, sum munnu teljast millum teir evnaríkastu ungu fótbóltsspælararnar í Føroyum í dag. Teir báðir fóru til Watford fyri at kenna, hvussu gerandisdagurin er [...] í London, har teir venja í 2. deildarfelagnum Watford FC, og higartil hevur gingist stak væl hjá teimum báðum ungu føroyingunum. Tá vit um døgurðatíð í gjár høvdu umboðsmannin hjá Nordplayer í Føroyum [...] er í einum yrkisfelag, og ikki beinleiðis fyri at fáa sáttmála. Ensk fótbóltsfeløg hava ein sonevndan manager, sum millum annað avger hvørjar spælarar felagið ger sáttmála við. Manager í Watford er kendi
verður væl og virðiliga etin upp í umsiting. Fyri at koma flestu spurningum til lívs, hevði taið verið eitt gott hugskot at hildið ein fund um málini, har umboð fyri FHF, FHMF, HH og THH, sótu við borðið og [...] kann uttan iva haldast longu hesa vikuna. Fyri at venda aftur til FHF, so er tað soleiðis, at fyri at Høgni H., skal fáa sína løn, umframt aðrar útreiðslur, kemur THF at gjalda tað trídupulta í beinleiðis [...] Hatta við at THF fyrst kann verða leyst av FHF í mai ?99 má kannast nærri. Hvønn týdning FHF hevur fyri lokalfeløgini, við tilvísing til royndarboringina í Lopra, er viðmerkingin hendan, at um FHF var so
Verkamannafylkingini møttu eini 20 fólk. ? Er tað ikki eitt tekin um, at fólk ikki longur eru so eldhugað fyri fylkingini? ? Nei, tað hugsi eg ikki. Eg havi frætt um fundir hjá stóru flokkunum, har færri enn 20 [...] skal upp í øllum valdømunum. Luitjen Apol sigur, at tað sjálvsagt er málið - men at tey stilla upp í teimum valdømum, at tey fáa mannað lista. Eitt er tó greitt: Toppkandidatarnir frá seinasta valið, Kristian [...] Spurdur um hetta ikki er ein vansi sigur Luitjen Apol, at hetta eins væl kann vera ein fyrimunur fyri fylkingina, tí so nógv fólk hava verið ónøgd við arbeiðsháttin hjá umboðunum hjá Verkamannafylkingini
stilla upp til fólkatingið, sigur hon og skundar sær at undirstrika, at avgerðin sjálvandi liggur hjá teimum - Heine, Lau og Tue, um teir ætla at stilla upp - og at teir ongantíð verða trýstir inn í politikk [...] bæði stoltur og glaður um, at hann megnaði tað, hóast hann er so ungur. Men mørk verða sjálvandi sett fyri politiska arvinum, sigur Lise Hækkerup. Hon sigur, at verdóttir hennara longur hevur gjørt greitt
sum valagn. ? Anders Fogh Rasmussen var ráðharri í Schlütherstjórnini. Nú ráðharradyrnar opnast fyri teimum borgarlig, draga teir í land aftur - tí teir eiga sín part av óskilinum, segði Jóannes Eidesgaard [...] Donsku fjølmiðlarnir geva nú næstformanni í Vinstraflokkinum, Anders Fogh Rasmussen skuldina fyri, at Sambandsflokkurin í Føroyum tapti valið. Beint undan valinum dró Anders Fogh Rasmussen Føroya-Banka-málið [...] sostatt tryggjaðu javnaðarstjórnini hjá Poul Nyrup Rasmussen. Løgmaður Edmund Joensen hevur eisini sagt fyri Ritzau tíðindastovuni, at úttalilsið hjá Anders Fogh Rasmussen uttan iva hevur havt sína ávirkan.
á. Boykotta Og víðari sigur hann, at av teimum 8 virkjunum, sum Fiskavirking hevði eftir, var flakavirkið í Vági eitt, men heldur ikki hesaferð er nøkur vón fyri virkseminum á flakavirkinum í Vági, so greitt [...] staðar at byrja aftur. ? Tá seinasta umlegging av eigaraviðurskiftunum í Føroya Fiskavirking fór fram fyri góðum ári síðani, øktust vónirnar aftur, tí tá varð Fiskavirking býtt sundur. 8 virkir vóru eftir [...] Fiskavirking fekk virkið í Vági í sín bólk við einum endamáli, at einki virksemi skal verða har. ? Fyri syðru helvt av Suðuroy hevur hetta havt katastrofalar fylgjur, sum eisini ofta er víst á, og av hesi
harvið gerast førir fyri aftur at seta føtur undir egið borð. Nógvir teirra sita við skuld uppá fleiri hundrað túsund krónur og gjalda eins nógv fyri hesa skuld, sum onnur gjalda fyri at sita í egnum húsum [...] Kallsberg skal svara hesum fyrispurningi. Komnir illa fyri Í viðmerkingunum sigur Jenis av Rana, at øllum kunnugt eru nógvir føroyingar komnir illa fyri orsakað av fíggjarkreppuni her á landi. Ikki minst [...] Hvørjar ætlanir hevur landsstýrið í sambandi við fíggjarligu støðuna hjá teimum, sum heilt ella lutvíst orsakað av niðurskriving av sethúsavirðunum í kreppuárunum mistu hús síni og komu at sita eftir við
lættur sigur fyri kyndlakvinnurnar, og seinastu tveir dystirnir hjá teimum eru lokaluppgerðin móti Neistanum í Havn og at enda móti StÍF úti. Tískil sær Neistin út til at hava betri møguleikar fyri at kunna [...] endaspælinum hava teir vunnið allar sínar átta dystir higartil, og sum skilst ætla teir ikki at slaka í teimum báðum seinastu dystunum, sum báðir vera í Vestmanna móti ávikavist StÍF og H71. StÍF og H71 hava [...] uttan trupulleikar á GÍ um vikuskiftið og hevur framvegis bestu kort á hondini og skal bert syrgja fyri ikki at gera nakað býtt komandi vikuskifti í Klaksvík móti botnliðnum Stjørnuni. Stjørnan hevur nú
Hjalmar Klein Olsen er ein av teimum mest royndu á VÍF-liðnum, sum sunnudagin gjørdist føroyameistari annað árið á rað. Hann hevur verið á besta liðnum í 12 ár og fyri hann er tað sostatt ikki nakað fremmant [...] ikki tað týdningarmiklasta, sigur Hjalmar Klein Olsen. Ikki bert Ingi og Áki Eisini í ár hava tað fyri tað mesta verið brøðurnir Ingi og Áki Olsen, sum hava verið mest frammi. Summi halda, at VÍF bert [...] skjóta nógv mál, og tað eru jú málini, sum telja. Tað er eisini rættiliga takksamt at spæla saman við teimum. Men vit hava í seinastuni eisini lagt okkum eftir at fáa verjuna at rigga betur, og tað er eisini
Birgit Ryan, sum fekk tríggjar av teimum fýra útvísingunum, sum vóru í dystinum. Tann triðja kom, tá seinni hálvleikur var komin í helvt, og so var dysturin liðugur fyri hennara viðkomandi. At Neistin fór [...] Havn og taptu 39-16. Tveir dagar seinni, leygardagin, gekk leiðin aftur til høvuðsstaðin, hesa ferð fyri at spæla móti Neistanum, og enn eina ferð tapti Stjørnan. Men úrslitið móti Neistanum, 32-18, var [...] sær ov nógv móti endanum og tað kostaði í hinum endanum. Málúrtøkan kann lættliga gerast avgerandi fyri, hvat av havnarliðunum endar ovast, og málúrtøkan kann enntá eisini í seinasta enda avgera FM-heitið