Flakavirkið í Vági seljast treytaleyst

Landsstýrið er helst einasti instansur, sum kann trýsta Framtaksgrunnin og Fiskavirking at selja flakavirkið í Vági. Hetta vil Henrik Old hava landsstýrið at gera, og hevur tí lagt uppskot fram

Seinasti arbeiðsdagurin á flakavirkinum í Vági var 2. oktober í 1994, og sambært viðmerkingunum hjá Henrik Old, so hava allar royndir síðan at fingið virkið í gongd aftur higartil verið miseydnaðar.

Nú vil so javnaðartingmaðurin hava at landsstýrinum verður heimilað at taka upp samráðingar við eigararnar av flakavirkinum í Vági um keyp av virkinum.


Eingin vilji

Í viðmerkingunum til uppskotið, sigur Henrik Old, at hvørki Fiskavirking ella Framtaksgrunnurin hava viljað havt virkið í gongd og teytirnar hjá øðrum, sum roynt hava, hava verið so út av lagi harðar at eingin møguleiki hevur verið til staðar at byrja aftur.

? Tá seinasta umlegging av eigaraviðurskiftunum í Føroya Fiskavirking fór fram fyri góðum ári síðani, øktust vónirnar aftur, tí tá varð Fiskavirking býtt sundur. 8 virkir vóru eftir í Fiskavirking, sum øll skuldu í gongd, meðan restin varð yvirtikin av einum felag hjá Føroya Banka.

? Tíbetur eru flestu virkini, sum vórðu loyst frá Fiskavirking, so líðandi komin í gongd aftur, vísir Henrik Old á.


Boykotta

Og víðari sigur hann, at av teimum 8 virkjunum, sum Fiskavirking hevði eftir, var flakavirkið í Vági eitt, men heldur ikki hesaferð er nøkur vón fyri virkseminum á flakavirkinum í Vági, so greitt er, at Fiskavirking fekk virkið í Vági í sín bólk við einum endamáli, at einki virksemi skal verða har.

? Fyri syðru helvt av Suðuroy hevur hetta havt katastrofalar fylgjur, sum eisini ofta er víst á, og av hesi orsøk er arbeiðsloysið framvegis størst í hesum partinum av landinum.

? Landsstýrið er helst einasti instansur, sum kann trýsta Framtaksgrunnin og Fiskavirking at selja virkið treytaleyst. T.d. letur landsstýrið væl av stuðli til Fiskavirking fyri at halda virkseminum í gongd á ávísum støðum, og tí er landsstýrið helst einasti instansur, sum kann loysa hetta trupla mál, sigur Henrik Old í viðmerkingunum.