Stjørnan legði rygg til enn eitt stórtap

Hondbóltur: Fyri aðru ferð innan tveir dagar tapti Stjørnan í Havn

Farna vika hevur roynst illa hjá Stjørnuni. Hóskvøldið spældu klaksvíkskvinnur útsetta dystin móti Kyndli í Havn og taptu 39-16. Tveir dagar seinni, leygardagin, gekk leiðin aftur til høvuðsstaðin, hesa ferð fyri at spæla móti Neistanum, og enn eina ferð tapti Stjørnan.

Men úrslitið móti Neistanum, 32-18, var betri enn úrslitið móti Kyndli tveir dagar frammanundan. Serliga í verjuni var innsatsurin hjá Stjørnuni betri enn í Kyndladystinum. Ein onnur orsøk til, at tapið ikki varð so stórt, var, at Neistakvinnur skundaðu sær ov nógv móti endanum og tað kostaði í hinum endanum.

Málúrtøkan kann lættliga gerast avgerandi fyri, hvat av havnarliðunum endar ovast, og málúrtøkan kann enntá eisini í seinasta enda avgera FM-heitið. Tí var tað skilligt, at Neistakvinnur vildu vinna so nógv sum gjørligt á botnliðnum úr Klaksvík og helst meira enn Kyndil. Stóran part av seinna hálvleiki hevði Neistin Ingu Dahl framman fyri allar hinar í verjuni, har hon royndi at fáa fatur á bóltinum, tá Stjørnan spældi hann runt í álopinum. Inga fekk eisini fatur á eini tveimum bóltum, men ofta gekk ov skjótt í mótálopunum, og tær mistu bóltin aftur. Og offensivi taktikkurin hjá Neistanum gav eisini Stjørnuni betri møguleikar at fáa mál ? møguleikar, sum tær dugdu væl at brúka.

Óhepnasti spælari hjá Stjørnuni mundi vera Birgit Ryan, sum fekk tríggjar av teimum fýra útvísingunum, sum vóru í dystinum. Tann triðja kom, tá seinni hálvleikur var komin í helvt, og so var dysturin liðugur fyri hennara viðkomandi.

At Neistin fór at vinna, var ongantíð nakar ivi um. Tær eru tað betri enn Stjørnan, sum er niðast í deildini við bert fýra stigum. Spurningurin var meira, um tær fóru at vinna eins nógv og Kyndil. Tað megnaðu tær ikki, og í løtuni er Kyndil 15 mál og tvey stig betri á stigatalvuni. Men Neistin hevur framvegis útsetta heimadystin móti GÍ eftir at spæla, og eftirsum StÍF um vikuskiftið vann rættiliga nógv á Kambsdali, kann Neistin fara fram um Kyndil við at vinna hampuliga nógv á GÍ-kvinnunum.


1. deild kvinnur:

Neistin-Stjørnan 32-18 (16-6)

Neistin: Mildrið Jacobsen 11, Inga Falkvard Danberg 9, Kára á Dunga 4, Inga Dahl 3, Rúna Wardum 3, Susan Brockie 1, Lovisa Jørgensen 1.

Stjørnan: Simona Hansen 8, Anna K. Samson 4, Ása Petersen 2, Ragna Andreasen 1, Súsanna Jacobsen 1, Birgit Ryan 1, Hansy Thomsen 1.

Útvísingar: Neistin 0, Stjørnan 4.

Reytt kort: Stjørnan 1.