? Á landsfundinum varð nógv tosað um uppstilling til løgtingsvalið, sigur nýggi formaðurin í Verkamannafylkingini, Luitjen Apol, sum fríggjadagin í næstsíðstu misti sætið á tingið, tá Kristian Magnussen gjørdist limur í tingbólki Javnaðarfloksins.
Luitjini Apol untist knappar tveir mánaðir á tingi.
Á landsfundi hjá Verkamannafylkingini møttu eini 20 fólk.
? Er tað ikki eitt tekin um, at fólk ikki longur eru so eldhugað fyri fylkingini?
? Nei, tað hugsi eg ikki. Eg havi frætt um fundir hjá stóru flokkunum, har færri enn 20 fólk hava møtt, sigur Luitjen Apol, sum eisini vísir á, at virknu limirnir í Verkamannafylkingini framvegis eru eins eldhugaðir, sum teir alla tíðina hava verið.
Gera av uppstillingina
Komandi tíðina fer Verkamannafylkingini at gera av, um stillast skal upp í øllum valdømunum. Luitjen Apol sigur, at tað sjálvsagt er málið - men at tey stilla upp í teimum valdømum, at tey fáa mannað lista.
Eitt er tó greitt: Toppkandidatarnir frá seinasta valið, Kristian Magnussen við 565 atkvøðum og Óli Jacobsen við umleið 470 atkøvðum verða ikki millum valevnini. Næsti maður hjá Kristian Magnussen hevði 134 atkvøður og næsti maður hjá Óla Jacobsen, sum hevði hevði 21 atkvøður, verður heldur ikki á listanum, tí hann er eisini koyrdur úr fylkingini.
Í Sosialinum í síðstu viku gjørdi Ingeborg Vinther vart við, at hon eisini umhugsar sína støðu. Hon hevur so nógv um at vera við fakfelagsarbeiðinum, at hon umhugsar at sleppa politikkinum.
Um so verður, so má fylkingin aftur byrja frá botni - við nýggjum valevnum, sum í dag ikki hava sæti á tingi.
Spurdur um hetta ikki er ein vansi sigur Luitjen Apol, at hetta eins væl kann vera ein fyrimunur fyri fylkingina, tí so nógv fólk hava verið ónøgd við arbeiðsháttin hjá umboðunum hjá Verkamannafylkingini á tingi.
Lagt trý
uppskot fram á ting
Luitjen Apol sigur, at hann var greiður yvir, at Kristian Magnussen fór at taka sæti aftur á tingi. Men hann var bara ikki greiður um, at tað fór at henda so brádliga.
? Men eg fegnist kortini um, at eg fekk lagt trý uppskot fyri tingið, og eg bíði spentur at síggja, hvørja lagnu, tey fáa, sigur hann.
Uppskotini hjá Luitjini Apol snúgva seg um, at landsstýrið skal áseta nýtt prístal, at lønir aftur skulu prístalsregulerast og uppskot um útbúgvingargrunn, so fólk kunnu fáa farloyvi til eftirútbúgving við partvísari løn.