Fýra Hækkerupar í Fólkatinginum

Familjan Hækkerup er ein sonn politisk familja. Brøðurnir Klaus og Hans, kona Hans og sonur Klaus vórðu mikudagin vald í fólkatingið.

Valsigurin hjá Hækkerupfamiljuni var dupult so stórur, sum valsigurin hjá danska Javnaðarflokkinum til fólkatingsvalið mikudagin.

Meðan Javnaðarflokkurin vann ein tingsess afturat, vann Hækkerup-familjan tveir sessir afturat - og eru tey nú fýra úr familjuni, sum kunnu kalla seg Medlem af Folketinget, MF.

Fyrr vóru tað brøðurni Per (sum var uttanríkisráðharri) og Hans Hækkerup (sum m. a. var ferðslumálaráðharri) og kona Per, Grete (sum hevði ymsar formanssessir í 60?unum og 70?unum).

Síðani vóru tað synirnir hjá Per, Klaus og Hans, sum vórðu valdir í fólkatingið - tann seinni tók konuna Lisu við sær. Og á valinum mikudagin varð sonur Klaus, Ole, valdur sum triðja ættarlið av teirri stóru javnaðarfamiljuni.

? Nú eri eg valdur sum flokslimur og ikki sum ein Hækkerup. Men tað er áhugavert, at vit øll eru vald, sigur tann 27 ára gamli Ole Hækkerup, sum er við at enda sín polit-lesnað á lærda háskúlanum í Keypmannahavn.

? Vit tosa sjálvandi nógv um politikk í familjuni, og eg havi lært nógv. Tað er sum í familjum, har foreldrini íðka nógvan ítrótt. Har gerast børnini eisini ítróttarfólk, sigur nývaldi fólkatingsmaðurin við Aktuelt.

Sama dømið nýtir Lise Hækkerup, sum er vald innaftur, eftir at hon fall við valið í 1994.

? Næstan sum familjan Laudrup, sigur bókavørðurin og gleðir seg um, at hon aftur fær høvi at arbeiða við politikki.

? Tað er klárt, at tað smittar, tá so nógvur politiskur aktivitetur er í familjuni, sigur Lise Hækkerup og leggur afturat, at børnini hjá henni og verjumálaráðharranum Hans Hækkerup bæði eru flokslimir og nevndarlimir í lokalfelag hjá Javnaðarflokkinum.

? Sjálvandi fara teir eisini at stilla upp til fólkatingið, sigur hon og skundar sær at undirstrika, at avgerðin sjálvandi liggur hjá teimum - Heine, Lau og Tue, um teir ætla at stilla upp - og at teir ongantíð verða trýstir inn í politikk.


Sama frágreiðing kemur frá Klaus Hækkerup, sum varð afturvaldur sum fólkatingsmaður og er pápi nývalda Ole. Hóast elsti sonur hansara, Nick, situr í býráðnum í Hillerød, undirstrikar Klaus Hækkerup, at familjunavnið ikki er nóg mikið at til at koma í Fólkatingið.

? Tað er politiski áhugin, sum telur. Og vit hava øll verið gjøgnum kravdu uppstillingarfundirnar - og síðani valið - eisini Ole, sigur Klaus Hækkerup og viðurkennir, at hann er ein stoltur pápi.

? Tað er tá klárt. Eg eri bæði stoltur og glaður um, at hann megnaði tað, hóast hann er so ungur.

Men mørk verða sjálvandi sett fyri politiska arvinum, sigur Lise Hækkerup. Hon sigur, at verdóttir hennara longur hevur gjørt greitt, at hennara eitt ára gamla barn ikki skal inn í politikk.

? Tað er eitt sindur hugvekjandi, at politiska lívið hevur verið so hart, at hon legur sigur tað?