Hvørjar ætlanir hevur landsstýrið í sambandi við fíggjarligu støðuna hjá teimum, sum heilt ella lutvíst orsakað av niðurskriving av sethúsavirðunum í kreppuárunum mistu hús síni og komu at sita eftir við skuld, uttan at ogn er aftanfyri, spyr Jenis av Rana fíggjarmálaráðharran.
Og fríggjadagin samtykti løgtingið, at Anfinn Kallsberg skal svara hesum fyrispurningi.
Komnir illa fyri
Í viðmerkingunum sigur Jenis av Rana, at øllum kunnugt eru nógvir føroyingar komnir illa fyri orsakað av fíggjarkreppuni her á landi. Ikki minst teir fyrrverandi húsaeigararnir, sum við stórari sethúsaskuld saman við arbeiðsloysi, ikki høvdu møguleika at verða verandi í egnum húsum.
? Hesir hava sera lítlar møguleikar at fóta sær aftur og harvið gerast førir fyri aftur at seta føtur undir egið borð. Nógvir teirra sita við skuld uppá fleiri hundrað túsund krónur og gjalda eins nógv fyri hesa skuld, sum onnur gjalda fyri at sita í egnum húsum.
? Hetta hevur sera óhepnar avleiðingar fyri familjulívið, har fysiski karmurin ikki er í lagi, og mong kunnu sigast at vera heimleys, tá eingin veruligur leigupolitikkur finst í Føroyum.
Bankarnir bjargaðir
? Vanligi skattaborgarin hevur bjargað bankunum við milliardainnskoti yvir skattapening, men tíverri hava bankarnir ikki eftirgivið skuld hjá sethúsaeigarunum í tann mun, sum politiski myndugleikin hevði væntað og ætlað, og kann hetta als ikki góðtakast ? og má átalast.
? Viðurskiftini hjá hesum fyrrverandi sethúsaeigarunum mugu avgjørt takast við í viðgerðini, tá gerast skal upp í bankamálinum. Eitt fólk, sum skal byggja land undir slíkum umstøðum, hevur ikki tær neyðugu fortreytirnar, og er ikki nóg motiverað at leggja alla orku í, sigur Jenis av Rana í viðmerkingunum til fyrispurningin.