er størsta hittið, sum Maggie Reilly nakrantíð hevur sungið. Sangurin, sum Mike Oldfield skrivaði til hennara rødd, var eitt megahitt fyrst í 80 unum, og her í Føroyum var sangurin eisini tráðspældur. [...] føroyingum, tá hon fer á pallin á Summar Festivalinum. Og hon ætlar sær eisini at tríva í aðrar kendar sangir hjá sær sum To France og Everytime We Touch. Men við sær hevur Maggie Reilly eisini eina spildurnýggja [...] Almenni útgávudagurin fyri fløguna er 15. september, men vit ætla okkum at taka nakrar fløgur við til Føroya, so at føroyingar kunnu verða teir fyrstu at hoyra sangirnar á útgávuni, sigur hon. Sonurin
at framføra allar sínar kendu sangir á Summar Festivalinum. Vestmenningurin Martin Joensen hevur skrivað eina øgrynnu av góðum sangum, sum føroyingar kenna og hava tikið til sín.Tann gamli Svarti Ravnur [...] tónleik út á solofløgum, og har hevur eyðkendi stílurin hjá Martini livað víðari. Samband við áhoyrarar Sangir sum Morgun, Ró, Pengar, 60 ini, Eg havi tað gott og nógvir, nógvir aðrir eru komnir burtur úr sa [...] at tær ferðirnar, hann merkir, at bólkur og áhoyrarar eru eitt undir framførsluni, er uppgávan røkt til fulnar. - Og tað skal ikki bara vera, meðan vit spæla hittini, men helst undir allari framførsluni
framborin, hetta hóast tað var á alljósum fríggjadegi. Tó Ikki so dapur, at Pólson ikki hevði yvirskot til at skemta eitt sindur undir hesum ofta so tungu og álvarasomu sangunum. Vøllurin við spæliplássið var [...] fyltur av fólki hesa løtuna, men ein varð avgjørt hugtikin av framførsluni. At hoyra hesar frálíku sangir framførdar av bólkinum sjálvum var gevandi. Konsertin var seinkað 15 minuttir, sum er rættiliga nógv
eisini akkurát afturvaldur til forseta, so stemningurin millum fólk var eitt sindur dapur. Nakað soleiðis presenteraði Teitur sangin Louis, Louis á G! ´06. Sangurin er ein kvøða til Louis Armstrong og biðir [...] fremstu røð var hesin serliga væl móttikin av kvinnuligu áhoyrarunum. Til lætta og leikandi lagið My Baby hóskaði fiólin sera væl til og kryddaði lagið. Flestu løgini á skránni hjá Teiti á G! vóru av tí [...] hesar perlurnar og eina stak hugnaligu tónleikaløtu, so saknaði eg fleiri óvæntaði innsløg t.d. aðrar sangir, sum ikki eru á hansara útgávum. Hetta kann kanska tykjast vera órímiligt at krevja, tí Teitur hevur
taka tey til sín. Áhoyrarar sleppa at hoppa og dansa saman við Lama Sea, og tá ið tónleikurin svingar allarmest, kanst tú bara nikka váttandi og geyla Yeah ! Hóast tað ikki vóru serliga nógv fólk til staðar [...] á, at Lama Sea er ein bólkur sum er á tremur við góðum hugskotum. Og hetta er eisini við til, at gera bólkin til ein hin mest spennandi í landinum. Bólkurin er at meta sum eitt frískt lot í einum tónlistarligum [...] tónlistarligum landslagið, sum í langa tíð hevur verið merkt av myrkari tónleiki. Meiri veitslu rokk/popp til fólkið! Samanumtikið var tað ein feit konsert við Lama Sea.
spæliplássinum. Tá ber ikki til at spæla kassagittara og syngja á lítla palli, tí tað hoyrist ikki fyri hinum tónleikinum. Tey bæði framførdu nakrar friðarligar folk-rock sangir. Guðrið skifti ímillum at
Føroyskir Sangir, hevur Zacharias Sørensen sett seg í stólin sum vertur í sendingini. Sendingin byrjaði í oktober í 1983, upplýsir Janus Mohr, og Janus gjørdi 1063 sendingar. Øll handritini eru til taks, eins [...] sendingini. - Teir eiga pláss og teir standa í Sangbók Føroya Fólks. Føroyskir sangir eru eisini í familju við aðrar norðurlendskar sangir, metir Zacharias Sørensen. Upptøkur - Ein stórur partur í øllum hesum er [...] hóma, nú nýggjur maður er komin í sessin. - Leisturin er hansara, sigur Zacharias Sørensen, og sipar til Janus Mohr. - Hann hevur havt sendingina í mong ár og hetta skal vera framhald av hesum. Men eg leggi
inni á Bryggjuni. Á loftshæddini spældu Vestmenn upp til dans út á kvøldið, og skjótt var dansigólvið á tremur av vælhýrdum fólki, sum dansaðu til tann ljósa morgun. Ikki eitt eygað turt Ólavsøkudag varð [...] midnáttarsangur á skránni, har somu sangir vórðu sungnir samstundis á Bryggjuni í Keypmannahavn og á Vaglinum í Havn. Tiltiknað fýrverkið á Bryggjuni livdi í allar mátar upp til væntaninar, tá tað mest sum lýsti [...] Keypmannahavn. Tá so tríggjar rakettir til seinast fingu himmalin at lýsa í teimum føroysku litunum, var ikki eitt eygað turt, sum ein av mongu áskoðararnum tók til.
álvarsligt mál hjá løgregluni. Hóast hetta, eru altíð tey vanligu málini, sum altíð eru til stevnur og tílíkt. Nógv høvdu veitslu heima í egnum húsum, og tá er onkur ósemja komin í onkustaðni. - Onkrar fráboðanir
samansetingin við tveimum røddum, bassi, guitari og fiól riggaði væl. Eisini legði samansetingin upp til sangir av friðaligari slag, um enn pulsurin ikki nýttist at falla heilt í fátt. Og tað gjørdi hann heldur [...] stuttligt at hoyra, at Brandur veruliga er harri yvir kynstrinum at skriva sangir, tí hetta kann bera hann longur fram á veg, í mun til, um hann her skuldi sett álit sítt á aðrar kreftir. Løgini Einans Koss [...] rósandi orð við á vegnum, nú hann hevur stovnað nýggjan bólk, og er farin frá lívinum sum barnastjørna, til at vera ein evnaríkur unglingi. Hann hevur klárað lopið um ættargjónna og er heilskapaður lendur í