Nýggjársnátt ringdi onkur inn á støðina, og bað løgregluna koma út og megla í húsaófriði. Politiið kom á staðið og fekk skilt partarnar sundur. Tað endaði við so góðum friði, at báðir partar vórður verandi eftir.
Vakthavandi sigur, at teir annars ofta taka mannin við, og koyra hann til hús, ella til familju, um vandi er fyri, at partarnir bresta saman aftur.










