Best vitjaða ólavsøkan nakrantíð

Triðja ólavsøkuhaldið á Bryggjuni í Keypmannahavn gjørdist tað mest vitjaða higartil. Mett var at eini 2000 fólk stukku inn á økið hesar dagarnar til okkurt av mongu tiltøkunum, ið vóru á skránni


Lítil ivi mundi vera um, at ólavsøkuhaldið í ár eisini var tað best eydnaða, og allastaðni hoyrdust fólk hava á orði, hvussu væl fyriskipað tiltakið var. Sum ein av gestunum tók til
- Her hendir allatíðina okkurt, men tú fært verið við í øllum allíkavæl.

Okkurt fyri øll
Fyri líkasum at hita upp og skapa rætta ólavsøkudámin, byrjaði tiltakið við at kappróðurin í Havn var at hoyra úr stórum hátalarum, ið vóru settir upp uttanfyri á Bryggjuni. Runt um sótu fólk við borðini og lurtaðu altrá eftir, hvussu leikur og róður fór har heima. Uttan iva høvdu tey øll sínar favorittar, men tað er neyvan ov nógv sagt, at spenningurin illa fekk verið størri, tá slagið stóð hjá 10 mannaførunum millum Klaksvíking og Eysturoying.
Eftir kappróðurin úr Havn ólavsøkuaftan var farið undir restina av skránni fyri ólavsøkuhaldið á Bryggjuni. Við síni setanarrøðu hugleiddi Herálvur Joensen, føroyskur sendimaður í Keypmannahavn, við nøkrum væl valdum orðum um serstøku støðuna hjá føroyskum útisetum og týdningin av einum slíkum ólavsøkuhaldi.
Síðani kom helt serliga løtan, tá føroyski seksæringurin Norðbúgvin alment fekk handað føroyska flaggið og siglingarloyvi í havnini í Keypmannahavn, sum tann fyrsti føroyski báturin, ið fær slík rættindi.
Út á dagin var føroyskur dansur, matur, undirhald og tónleikur at uppliva bæði úti og inni á Bryggjuni. Á loftshæddini spældu Vestmenn upp til dans út á kvøldið, og skjótt var dansigólvið á tremur av vælhýrdum fólki, sum dansaðu til tann ljósa morgun.

Ikki eitt eygað turt
Ólavsøkudag varð byrjað við gudstænastu í Christianskirken, har Bergur Jacobsen prædikaði. Sum eitt serligt innslag sungu Anna Maria Olsen og Agnar Lamhauge solo, meðan Stamen Stantchev spældi undir. Síðani var farið oman á Bryggjuna at hyggja at kappróðri millum bátar hjá føroysku róðarfeløgunum.
Beint áðrenn midnátt hoyrdist brádliga røddin hjá Heðini Mortensen úr hátalararnum. Eins og í fjør hevði hann eina heilsan at bera ólavsøkugestunum á Bryggjuni beint undan midnáttarsanginum. Mannamúgvan á Bryggjuni var nú serliga tøtt, og við Heina Davidsen á odda var midnáttarsangur á skránni, har somu sangir vórðu sungnir samstundis á Bryggjuni í Keypmannahavn og á Vaglinum í Havn.
Tiltiknað fýrverkið á Bryggjuni livdi í allar mátar upp til væntaninar, tá tað mest sum lýsti upp allan himmalin yvir Keypmannahavn. Tá so tríggjar rakettir til seinast fingu himmalin at lýsa í teimum føroysku litunum, var ikki eitt eygað turt, sum ein av mongu áskoðararnum tók til.