Summar Festivalur
Ein av bestu føroysku sangskrivarunum í nýggjari tíð fer at framføra allar sínar kendu sangir á Summar Festivalinum. Vestmenningurin Martin Joensen hevur skrivað eina øgrynnu av góðum sangum, sum føroyingar kenna og hava tikið til sín.Tann gamli Svarti Ravnur er bara tann fyrsti í eini langari røð av hittum, sum Martin Joensen hevur gjørt, sungið og spælt.
Útgávurnar hjá Vestmonnum í 80unum vóru tiltiknar, og har hevði Martin ein týðandi fingur við í spælinum. Seinni hevur hann givið tónleik út á solofløgum, og har hevur eyðkendi stílurin hjá Martini livað víðari.
Samband við áhoyrarar
Sangir sum Morgun, Ró, Pengar, 60ini, Eg havi tað gott og nógvir, nógvir aðrir eru komnir burtur úr sangskrivingini hjá Martini, og tað er ein perlurøð av fólksligum poppsangum, sum Martin trívur í, tá ið hann fer á pallin saman við sínum bólki.
Og sambært Martini Joensen sleppa sangirnir veruliga at standa sína roynd, tá ið hann hevur framførslur.
- Tá eg standi á pallinum og spæli og syngi, merki eg, um tað tilfarið, ið eg havi gjørt, veruliga heldur ella ei, sigur Martin Joensen og leggur afturat, at tær ferðirnar, hann merkir, at bólkur og áhoyrarar eru eitt undir framførsluni, er uppgávan røkt til fulnar.
- Og tað skal ikki bara vera, meðan vit spæla hittini, men helst undir allari framførsluni, sigur hann.
Martin Joensen fer at spæla leygarkvøldið á Summar Festivalinum.









