Hugnaliga G!uðrið Hansen

21. jul 2006, 16:28
Tíðliga seinnapartin skein sólin á G! og nøkur fólk vóru kropin úr tjaldinum og komin yvir til lítla pallin har Isadora and the Rebels skuldu spæla. Har var tó bara helvtin av bólkinum; Guðrið Hansen við gittarleikara.

Teirra framførsla vardi bara einar 20 minuttir, tí kl. 15.30 fór næsti bólkur í gongd á spæliplássinum. Tá ber ikki til at spæla kassagittara og syngja á lítla palli, tí tað hoyrist ikki fyri hinum tónleikinum.
Tey bæði framførdu nakrar friðarligar folk-rock sangir. Guðrið skifti ímillum at syngja og spæla gittara og blokkfloytu, og tað gjørdi hon væl. Vøkur rødd, vøkur løg og vakurt veður. Ein sera hugnalig men stutt konsert.