Lama Sea í hopla

Lama Sea spældi eina feita konsert á Gøtusandi leygardagin. Ikki vóru tey so mong, sum høvdu leitað sær oman á sandin, men tey sum vóru til staðar hoyrdu ein sannførandi bólk framføra veitslukendan popp/rokk tónleik.

Lama Sea hevur í langa tíð verið mettur sum ein spennandi og evnaríkur bólkur við eini bjartari framtíð. Men nú tykist sum um bólkurin ikki longur er lovandi  hann er dugnaligur og etableraður á tí føroyska tónleikapallinum, og konsertin á G! var júst ein staðfesting av hesum.
Bólkurin spælir betur og betur, og teir skriva eisini betur og betur tónleik. Fleiri av løgunum sita ordiliga væl, og tað er eyðsæð at ungir føroyingar taka tey til sín. Áhoyrarar sleppa at hoppa og dansa saman við Lama Sea, og tá ið tónleikurin svingar allarmest, kanst tú bara nikka váttandi og geyla Yeah!
Hóast tað ikki vóru serliga nógv fólk til staðar, so er tað eyðsæð at bólkurin hevur fjepparar, sum kenna løgini hjá bólkinum.
Serliga er tað sangarin, Janus Rasmussen, sum dugur væl at føra seg fram sum oddamaður. Hóast Janus far harða kapping frá bassleikarinum, so er tað Janus, sum er veruligi oddamaðurin í bólkinum. Hetta er eitt gott tekin, tí at hetta, at fleiri í bólkinum halda seg framat á pallinum, er ein mangulvøra hjá føroyskum tónleikabólkum. 
Janus hevur eisini ein rættiliga egnan sangstíl, og tað ger bara tónleikin enn meiri spennandi. Bólkurin spælir eitt slag av nútímans rokk/popp tónleiki, og teir hava helst funnið íblástur frá fleiri av teimum bólkum, sum eru frammi í dag.
 
Spruttandi tónlistarlig uppliving
Lama Sea eru eisini stuttligir at hyggja eftir. Teir liva og dansa við tónleikinum, og tú verður sum áhoyrari mintur á, at tónleikurin er ein stór veitsla. Teir síggja eisini gott út á pallinum. Tá ið teir eru á palli leggur tú beinanvegin merki til eina spruttandi tónlistarliga orku. Teir drøna avstað, og áhoyrarin sleppur at liva við framførsluni, tí at limirnir eru so lívligir, at tað verður endurspeglað í okkum sum lýða á.
Í einum lagið spældi Tróndur uppá eitt ljómborð sum gjørdi, at hann ljóðaði sum ein robottur. Hetta riggaði heilt væl, og minnir okkum enn einaferð á, at Lama Sea er ein bólkur sum er á tremur við góðum hugskotum. Og hetta er eisini við til, at gera bólkin til ein hin mest spennandi í landinum. Bólkurin er at meta sum eitt frískt lot í einum tónlistarligum landslagið, sum í langa tíð hevur verið merkt av myrkari tónleiki. Meiri veitslu rokk/popp til fólkið!
 
Samanumtikið var tað ein feit konsert við Lama Sea.