Kollafjørður, ið hevur valt at fara undir so grundleggjandi samstarv við Havnina, at saman-leggingin er veruleiki. Kollfirðingar skulu vera vælkomnir, og skulu eisini vita, at tað hevur stóran týdning fyri [...] Eingin orsøk eigur at vera til, at Kollafjørður á hesum ella øðrum økjum stendur aftan fyri restina av kommununi, og tað skal undir ongum umstøðum vera ein missur fyri kollfirðingar, at teir er komnir upp [...] kommununi, at komandi býráðið ikki bert tænir áhugamálum í sjálvari Havnini, men so sanniliga eisini leggur dent á restina av kommununi. Í Kollafirði er farið undir ítróttarhøllina, eins og arbeiðið at fáa
um, at áhugi aftur er fyri at búseta seg í bygdini, og fleiri hava keypt sær hús í Vestmanna tey seinastu árini. Samstundis sum fá hús standa tóm longur er tað blivið trupult, at finna ein bústað at leiga [...] grundstykkjum tykist at vera avmarkaður. Hinvegin eigur kommunan eitt byggilendi til 50 sethús, sum ikki er útstykkjað enn. Áhugi tykist at vera fyri hesum byggiøki, og okkurt bendir á, at ein nýggj útstykking [...] fyri grundstykkjunum hjá kommununi. Men vend tykist at vera komin í. Í dag fær kommunan ?av og á? fyrispurningar og umsóknir frá fólki, ið hava hug at byggja í Vestmanna, verður upplýst á kommunuskrivstovuni
frá at taka undir við samgongunar ætlan um loysa Føroyar úr ríkifelagsskapinum, og ávarar staðiliga um tær mongu negativu avleiðingarnar, sum ein slíkur skilnaður fer at geva. Fundurin ásannar, at loy [...] skatt viðurskiftini millum Føroyar og Danmark óneyðuga nógv, og at um ætlanin ikki verður slept inna stutta tíð, er stórur vandi fyri, at viðurskiftini gerast uppaftur verri. Landsfundur Sambandsfloksins [...] sum ein útreiðsla hjá donsku stjórnini. Ríkisfelagsskapurin eigur at vera ein fyrimunur fyri allar partar, og tí eiga partarnir ikki at rokna rættindi og skyldur hjá hvørjum øðrum í peningarvirðið.
ber til at liva av tí, teir hava fingið í vár, sigur formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna, Chris Jan Michelsen, sum er ein teirra, sum rør út av Eiði við snellu. Chris Jan Michelsen sigur, at tað hevur [...] sigur, at hann sjálvur hevur verið níggju dagar úti. Átta í mars og ein í apríl. Tá roknar hann ikki mikudagin uppí. Tann dagin var hann norðan fyri og vendi, sigur hann, men tað var so ófantaligt, at tað [...] norðan fyri í ár, letur Chris Jan at. Men mánadagin kom nakað væl upp á land tilsamans, sigur hann. Onkur bátur fekk upp í eitt tons tann dagin. Annars sigur hann seg skilja, at tað kanska ikki er líka gott
Óneyðugt er at greiða frá, hvønn týdning hetta hevur fyri samfelagið. Politikarar eru valdir til at umsita ogn Føroya fólks. Men Búskaparráðið fer so langt út um alt mark, at teir skjóta upp, at hesin fi [...] fólks. Men fyri at fáa ogn Føroya fólks til samfelagsskapt virði, er neyðugt, at fólk leggja rygg til og fara inn við váðafúsum kapitali. Úrslitið av hesum er m.a. fyri fiskiflotan, at vit løgdu uml. 100 [...] uttanfyri (les omanfyri) okkara demokratiskt valda løgting. Uppskot Búskaparráðsins hóttir ikki bara við at taka fótin undan føroysku fiskivinnuni og øllum teimum, ið av henni liva ? uppskotið er í veruleikanum
J. S. Kass vísir reina og sunna ábyrgdarkenslu, tá hann markerar, at hann vil arbeiða fyri at fáa ein meiriluta í løgtinginum fyri at steðga hesum verkfalli sum nú hevur vart ein stóran part av einum skúlaári [...] partarnar, má loysast upp á onkran annan hátt enn at báðir partar bert blíva við at halda upp á sítt, og so ikki bakka ein tumma. Tað er eisini sjálvsagt, at tá løgtingi viðtekur eina nýggja fólkaskúlalóg [...] ætlan. Tað er J. S. Kass sum tekur stig til at fáa ein enda á hesum fyri samfelagið sera skammiligu støðu, og um Karsten Hansen ikki hevur nakað betri uppskot til at loysa trupuleikan, ja so kann hann ikki
er vanur at tapa. Men eftir tapið móti Føroyum mikukvøldið duldi hann ikki, at hann var ónøgdur við, at hansara menn høvdu tapt: ? Vit høvdu greiða yvirvág í 1. hálvleiki, og eg haldi ikki, at tað hevði [...] hálvleiki kom tað týðuliga til sjóndar, at mínir spælarar vóru verri fyri, enn mótstøðumenninir vóru. Tað var bara ein av mínum monnum, sum skaraði framúr. Eg haldi, at liðformaðurin hjá okkum, Mario Frick [...] okkara lið hevði takið í 1. hálvleiki. Teir megnaðu ikki at spæla seg til møguleikar, sum góvu mál, og tá teir gjørdu nógv mistøk, ber ikki til at geva teimum nakað serligt fyri avrikið.
vísir á, at kommunan eigur nógv hús og nógvar ognir í sjálvum hjartanum í býnum. Staðfest verður, at eitt virkið mentanarlív er um at taka seg upp fram við Tórsgøtu, og heldur bólkurin tað vera rætt at hugsa [...] hugsa sær, at hetta virksemið mennist so hvørt. Avleiðingin av hesum skal verða, at umhvørvið fram við Tórsgøtu sum frá líður gerst listarligi og mentanarligi miðdepilin í býnum. Vísit verður í álitinum á [...] Johannessen Tórsgøta skal gerast ein listarbýlingur og í henni skal vera nýtt býarhús og bókasavn. Fyri at hetta skal bera til, skal Tórshavnar býráð leggja eina ætlan, sum kann skapa livandi, spennandi og
Data í høvuðsstaðarøkinum. Teir fýra siga, at teir fara at leggja seg eftir at selja tólbúnað og ritbúnað til privatpersónar og til smærri virkir, og fara eisini at leggja seg eftir viðlíkahaldi fyri sama [...] íløga at byrja upp á slíkt nú. ? Tað halda vit ikki. Sum sagt, so arbeiða vit á einum markaði, sum lítið er gjørt við frammanundan, og tí er nóg mikið at taka av har. Hartil skal so eisini sigast, at vit [...] sama bólkin. ? Allir hava so stóran áhuga at fáa fatur á teimum stóru, og tí er eingin, sum tekur sær av teimum smærru, siga teir. Tað er tiltikið, at kappingin á edv-marknaðinum er beinhørð, og tí spurdu
trupulleikar við at lurta eftir rødd hansara, men tá er hetta einamest, tá man situr í frið og náðum við hús, uttan at nakað serligt skal ganga fyri seg. Skal tónleikurin hinvegin nýtast til at hita fólk upp [...] má eisini sigast at vera rættuliga reiðuligt mótvegis keyparanum, sum á henda kann vera full greiður yvir, hvørja vøru hann/hon keypir. Vandi átti í hvussu so er ikki at verið fyri, at nakrir hard-core [...] verður til eitthvørt tiltak, er ivaleyst best at leggja hesa fløguna frá sær, ímeðan aðrir tónar kunnu floyma úr hátalarunum. Samanumtikið Kann sigast, at Quiet Revolution er ein endurtøka av undanfarnum