Stillføri onglendingurin Chris de Burgh, hevur við tíðini gjørt eitt sindur um seg í tónleikahøpi, har hann við sínari spøku og kenslubornu rødd, hevur fingið kvinnuknø ymsastaðni í heiminum at blotna.
Ikki harður tónleikur
Tey, sum kanska høvdu væntað sær eina øðrvísi plátuútgávu hesu ferðina, verða í hvussu so er vónbrotin, tí stílurin er hin sami, sum hann hevur verið á undanfarnum útgávum.
Hinvegin er fløgan ivaleyst ein kærkomin gáva til teirra, sum dámar bleytu ensku røddina. Persónliga havi eg ongar trupulleikar við at lurta eftir rødd hansara, men tá er hetta einamest, tá man situr í frið og náðum við hús, uttan at nakað serligt skal ganga fyri seg.
Skal tónleikurin hinvegin nýtast til at hita fólk upp, áðrenn farið verður til eitthvørt tiltak, er ivaleyst best at leggja hesa fløguna frá sær, ímeðan aðrir tónar kunnu floyma úr hátalarunum.
Samanumtikið
Kann sigast, at Quiet Revolution er ein endurtøka av undanfarnum útgávum frá Chris de Burgh. Hetta er tó avgjørt ikki nakar veikleiki, og má eisini sigast at vera rættuliga reiðuligt mótvegis keyparanum, sum á henda kann vera full greiður yvir, hvørja vøru hann/hon keypir.
Vandi átti í hvussu so er ikki at verið fyri, at nakrir hard-core rockarar fara rennandi avstað við fløgunum.