Heðin Mortensen
býráðslimur og sambandsvalevni til Tórshavnar býráð
Tá komandi býráð tekur við, er Tórshavnar kommuna vaksin munandi ? bæði í fólkatali og vavi ? og harvið eisini tær avbjóðingar, býráðið skal taka á seg komandi fýra árini.
Fyri nøkrum árum síðani komu Argir, Syðradalur og Norðradalur aftrat, og nú er tað so Kollafjørður, ið hevur valt at fara undir so grundleggjandi samstarv við Havnina, at saman-leggingin er veruleiki.
Kollfirðingar skulu vera vælkomnir, og skulu eisini vita, at tað hevur stóran týdning fyri trivnaðin í allari kommununi, at komandi býráðið ikki bert tænir áhugamálum í sjálvari Havnini, men so sanniliga eisini leggur dent á restina av kommununi.
Í Kollafirði er farið undir ítróttarhøllina, eins og arbeiðið at fáa sóttreinsað vatn í bygdini er byrjað.
Hartil skal standa bæði vegagerð og ábøtur á verandi vegir fyri framman, eins og neyðugt er við barnagarði og forskúla.
Eingin orsøk eigur at vera til, at Kollafjørður á hesum ella øðrum økjum stendur aftan fyri restina av kommununi, og tað skal undir ongum umstøðum vera ein missur fyri kollfirðingar, at teir er komnir upp í samstarvið í landsins størstu kommunu.
Mítt aðalmál er at virka fyri allar borgarar í Tórshavnar kommunu, so bæði útjaðari og høvuðsstaður fáa bestu umstøður, trivnað og møguleikar fyri menning á øllum økjum.









