Dánjal Højgaard
Ljós er nú aftur í nógvum av húsunum, sum stóðu tóm í Vestmanna í kreppuárunum. Vestmenningar kunnu fegnast um, at áhugi aftur er fyri at búseta seg í bygdini, og fleiri hava keypt sær hús í Vestmanna tey seinastu árini.
Samstundis sum fá hús standa tóm longur er tað blivið trupult, at finna ein bústað at leiga í Vestmanna.
Hagtølini boða frá stórari tilflyting. Eftir bert tveimum árum er fólkatalið í Vestmanna vaksið við 70 fólkum. Í dag búgva 1210 fólk í kommununi.
Fleiri fyrispurningar
Síðani kreppuna fyrst í 90-unum hevur verið smátt við sethúsabygging í Vestmanna, og lítil og eingin áhugi hevur verið fyri grundstykkjunum hjá kommununi. Men vend tykist at vera komin í.
Í dag fær kommunan ?av og á? fyrispurningar og umsóknir frá fólki, ið hava hug at byggja í Vestmanna, verður upplýst á kommunuskrivstovuni. Nøkur grundstykki eru tøk í kommununi, men áhugin fyri júst hesum grundstykkjum tykist at vera avmarkaður. Hinvegin eigur kommunan eitt byggilendi til 50 sethús, sum ikki er útstykkjað enn. Áhugi tykist at vera fyri hesum byggiøki, og okkurt bendir á, at ein nýggj útstykking hevði tað stimbrað byggihugin.
Ongar ítøkiligar ætlanir eru tó um nakra nýggja sethúsaútstykking í Vestmanna. Aðrar kommunalar uppgávur troðka meira beint nú, frættist av kommunuskrivstovuni.