.
Landsfundurin mælir føroya fólki frá at taka undir við samgongunar
ætlan um
loysa Føroyar úr ríkifelagsskapinum, og ávarar staðiliga um tær mongu
negativu avleiðingarnar, sum ein slíkur skilnaður fer at geva.
Fundurin ásannar, at loysingarætlan samgongunar longu hevur skatt
viðurskiftini millum Føroyar og Danmark óneyðuga nógv, og at um ætlanin
ikki
verður slept inna stutta tíð, er stórur vandi fyri, at viðurskiftini
gerast
uppaftur verri.
Landsfundur Sambandsfloksins tekur undir við nýskipanaruppskot floksins
sum
varð allammankunngjørt í august 1999. Fundurin ásannar, at hetta
uppskot er
tryggasta leiðin fram ímóti einum sjálvbjargnum Føroyum, har
vælferðarsamfelagið verður ment og varðveitt, og har komandi ættarlið
fáa
fjølbroyttar møguleikar í altjóða høpi.
Henda skipan gevur føroyingum møguleikar fyri reellum sjálvstýri í
Føroyum,
sum verður ment og útbygt í samsvari við okkara umsitingarligu og
fíggjarligu førleikar.
Somuleiðis verður tikið undir við tilmælinum til landsstýrið, sum
Sambandsflokkurin var við til at gera í uttanlandsnevndini, áðrenn
samráðingarnar við donsku stjórnina.
Sambandflokkurin ávarðar ímóti óhepnu gongdini í samráðingum ímillum
Føroya
Landsstýri og donsku stjórnina, har millum annað føroyingar í Danmark
verða
roknaðir sum ein útreiðsla hjá donsku stjórnini.
Ríkisfelagsskapurin eigur at vera ein fyrimunur fyri allar partar, og
tí
eiga partarnir ikki at rokna rættindi og skyldur hjá hvørjum øðrum í
peningarvirðið.