Nýggjur telduhandil á Argjum

Mikudagin lat Sp/F Itech upp nýggjan telduhandil á Argjum í hølunum har Eikin fyrr helt til. Tað eru menninir, sum fyrr starvaðust hjá Com-Data, sum standa aftanfyri nýggja handilin

Mikudagin lat smápartafelagið Itech upp nýggjan telduhandil við Argjavegin á Argjum í hølunum har Eikin fyrr helt til.

Tað eru fýra mans, sum fyrr hava starvast hjá Com-Data, sum eiga Sp/F Itech, og sambært avtalu partanna millum hava teir yvirtikið søludeildina og verkstaðin hjá Com Data í høvuðsstaðarøkinum.

Teir fýra siga, at teir fara at leggja seg eftir at selja tólbúnað og ritbúnað til privatpersónar og til smærri virkir, og fara eisini at leggja seg eftir viðlíkahaldi fyri sama bólkin.

? Allir hava so stóran áhuga at fáa fatur á teimum stóru, og tí er eingin, sum tekur sær av teimum smærru, siga teir.

Tað er tiltikið, at kappingin á edv-marknaðinum er beinhørð, og tí spurdu vit eigararnar, um tað ikki er ein vandamikil íløga at byrja upp á slíkt nú.

? Tað halda vit ikki. Sum sagt, so arbeiða vit á einum markaði, sum lítið er gjørt við frammanundan, og tí er nóg mikið at taka av har. Hartil skal so eisini sigast, at vit hava »fingið« nógvar kundar við okkum, eftir avtalu millum Com-Data og okkum, so útgangsstøði er gott áðrenn vit byrja, siga teir.

Sosialurin ynskir nýggja handlinum góða eydnu og vælkomin í grannalagið.