Hampiligur útróður

Tað hevur gingið hampiligt við útróðrinum á Norðhavinum í vár. Hóast dagarnir ikki hava verið so nógvir, er úrtøkan til at liva við

Tað ber til at liva av tí, teir hava fingið í vár, sigur formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna, Chris Jan Michelsen, sum er ein teirra, sum rør út av Eiði við snellu.

Chris Jan Michelsen sigur, at tað hevur einki rok verið soleiðis, men prísurin hevur aftur fyri verið so mikið góður, at tað stendur upp og niður.

Tá Sosialurin tosaði við hann beint fyri deadline í gjár, lógu allir bátarnir á Eiði. Veðrið var heldur ólagaligt, og harður streymur er eisini.

Chris Jan Michelsen sigur, at hann sjálvur hevur verið níggju dagar úti. Átta í mars og ein í apríl. Tá roknar hann ikki mikudagin uppí. Tann dagin var hann norðan fyri og vendi, sigur hann, men tað var so ófantaligt, at tað var ikki roynandi.

Tað hevur ongin rættiligur rokdagur verið norðan fyri í ár, letur Chris Jan at. Men mánadagin kom nakað væl upp á land tilsamans, sigur hann. Onkur bátur fekk upp í eitt tons tann dagin.

Annars sigur hann seg skilja, at tað kanska ikki er líka gott fiskarí hjá teimum eystaru bátunum, sum hjá teimum, sum ganga út av Eiðisflógva.

Suðringarnir ætla at verða á Eiði til páskar. Tað velst sjálvandi um fiskiskapin. Chris Jan Michelsen sigur, at í fjør fóru teir suður aftur flaggdagin.