Drív á Jákup Sverri Kass

Í hesum døgum hava vit verið vitni til, hvussu avbera nógv manglar í, til at føroyingar eru nóg vaksnir til at taka nakað fullveldi. Enn einaferð hava vit sjón fyri søgn, at um ein yngri politikkari roynir at bróta upp úr tí díki, sum tann eldra ortodoksa generatiónin vaðir í, ja so skal hann av øllum alvi dragast niður í sumpin aftur, og helst høvdið undir kav.

J. S. Kass vísir reina og sunna ábyrgdarkenslu, tá hann markerar, at hann vil arbeiða fyri at fáa ein meiriluta í løgtinginum fyri at steðga hesum verkfalli sum nú hevur vart ein stóran part av einum skúlaári! Í hesum førinum má ein spyrja, hvat hevur størri prioritet, framtíðin hjá børnunum og harvið eisini framtíð Føroya, ella eitt absurd stríð ímillum eitt fakfelag og fíggjarmálastýrið. Tað stríðið, sum er ímillum hesar partarnar, má loysast upp á onkran annan hátt enn at báðir partar bert blíva við at halda upp á sítt, og so ikki bakka ein tumma. Tað er eisini sjálvsagt, at tá løgtingi viðtekur eina nýggja fólkaskúlalóg, so má løgtingi taka avleiðingarnar av hesum og gjalda tað sum tað kostar. Ella veit høgra hond ikki hvat vinstra ger?

Fíggjarmálaráðharrin uppførir seg ógvuliga undarligt tá hann nærum hóttir J. S. Kass við avleiðingum um hann ger álvara av síni ætlan. Tað er J. S. Kass sum tekur stig til at fáa ein enda á hesum fyri samfelagið sera skammiligu støðu, og um Karsten Hansen ikki hevur nakað betri uppskot til at loysa trupuleikan, ja so kann hann ikki koma við slíkum tápuligum gamlamannasnakki mótvegis Kass sum eftir øllum at døma tekur hetta mál í nógv størri álvara enn nakar annar politikkari.


Jarðfrøðilesandi

Hilmar Simonsen