Tey bæði einastu árstalsfeløgini í bestu deildini bresta saman sunnudagin. Hjá báðum er tað galdandi, at tað ikki hevur hepnast eins væl og ætlað higartil í ár. Tá tú stríðist í tyngru helvtini av stigatalvuni [...] um seinastu umfar taptu bæði liðini. Tískil fara bæði liðini eftir sigrinum sunnudagin, so einfalt er tað. Jákup á Borg, Meinhard Joensen og Heini í Skorini vóru allir ivasamir undan seinasta leikumfari [...] mans tøkir hjá meistarunum, nú teir aftur vitja í Eysturoynni. Hjá heimaliðnum stendur illa til. Ikki hvat fólki viðvíkur, tí har eru allir mans tøkir, men á stigatalvuni. Fyrst trý tap á rað og síðani ein
súkklandi oman eftir R.C Effersøesgøtu, oman ímóti rundkoyringini við SMS. Tá ið hann sær, at ein bilur er í rundkoyringini, bremsar hann so mikið harðliga, at hann rýkur fram av súkkluni, í vegin og endar [...] Hann hevur brotið skøvningin, men tað má metast at vera ómetaliga væl sloppið, tá ið hugsað verður, hvat kundi verið hent, hevði hann ikki havt hesar fáu sentimetrarnar í sínum parti. Annars hevur verið [...] verið friðarlig hjá løgregluni í nátt. Einir tveir mans eru tiknir fyri at koyra við kenning og ein er tikin fyri at sigla við skjóttgangandi báti á Havnarvág.
Í dag er lokalval í týska landspartinum Nordrhein-Westfalen, og eygleiðarar bíða við stórum spenningi eftir úrslitinum. Tey bæði seinastu árini hevur ein minnilutastjórn av sosialdemokratum og teimum grønu [...] missa fýra prosentstig, og at sosialdemokratarnir fáa trý afturat í dag. Ein annar stórur spurningur er, hvussu tað gongst teimum fríu demokratunum, men eftir meiningakanningunum fer flokkurin at missa nógvar [...] eygleiðarar spentir eftir, hvussu tað gongst flokkinum í dag. Úrslitið kann geva eina ábending um, hvat fer at henda, tá val verður til samveldistingið aftur.
kæra dómin, tí ger hann tað, er tað tað sama sum at viðurkenna rættin, segði hann. Dómarin helt ikki svarið vera nóg greitt og bað verjan Geir Lippestad fáa greiði á, hvat svarið hjá Breivik var. Eftir [...] saman eina løtu, segði Lippestad, at Breivik fer ikki at kæra dómin. Dómarin gjørdi vart við, at hetta er ikki tað sama sum at siga, at hann fráfellir rættin at kæra, og tí staðfesti hon, at Breivik vil hava
Ein teirra sum hyggur eftir væl umtóktu donsku sendirøðini Forbrydelsen er bretski forsætisráðharrin David Cameron úr Konservativa flokkinum. Sendirøðin verður víst í bretskum sjónvarpi, og eisini í [...] Killing. Undan jólum hevði tíðarritið RadioTimes samrøðu við Cameron um jól og jólahald, og ikki minst hvat honum dámdi at hyggja eftir í sjónvarpi. Í hesum sambandi fekk hann spurningin um, hvørja sendirøð [...] hann á. Hann sigur eisini, at hann ynskir sær eitt sjónvarp inn í sovikamarið. Men so kemur tað, sum er sera áhugavert fyri okkum føroyingar: Honum dámar eisini sera væl troyggjuna við tí føroyska mynstrinum
bussinum fór í smildur. Hámarksferðin í tunlinum er 100 km/t, men sveisiska løgreglan veit ikki, um bussurin koyrdi ov skjótt. Sagt verður, at bussurin er nýggjur og hevur trygdarbelti til øll ferðandi. [...] Enn vita teir sveisisku myndugleikarnir ikki við vissu, hvat hendi, tá ein bussur rendi inn í annan veggin í einum tunli har suðuri í landinum í gjárkvøldið. Stoyturin var ógvuliga harður, og 28 av teimum
Einaferð var endamálið við mótaframsýningum at sýna fram klæði. Tað er tað eftir øllum at døma ikki longur. Bretska fyritøkan Robyn Coles, sum selur hattar, hevur viðgingið fyri útlendskum miðlum, at tað [...] ning. Hon sigur við Daily Mail, at ein ókendur sniðgevi má royna at fáa umrøðu í miðlunum kosta hvat tað kosta vil. Robyn Coles nýtti haraftrat ikki tær vanligu ógvuliga klænu modellirnar, men valdi [...] nýta kvinnur við formum. Hon sigur orsøkina til hetta vera, at hattar kunnu nýtast av øllum, og tí er líka mikið hvussu nógv modellirnar viga. Eisini ein barnakona var á pallinum. Fyrrverandi Miss Wales
einstaka barninum. Hetta sigi eg sum almannamálaráðharri, tí eg síggi tíverri, hvat avleiðingin er, um hetta ikki verður gjørt. Avleiðingin av, at tað ikki verður sett ínn tíðliga kann [...] At arbeiða í eitt nú einum barnagarði er ikki bert at ansa eftir børnum. Starvið inniber eygleiðing, stimbran og stuðlan av ti einstaka barninum og fyrireika tað til skúlagongd. Vit vera noydd
vit at síggja, hvat iranar fara at svara, segði Obama, tá hann helt tíðindafundi í Washington í dag saman við irakska forsætisráðharranum, Nuri al-Maliki. Sambært amerikonskum myndugleikum er tað eitt flogfar [...] flogfar av slagnum RQ-170, sum er dottið niður í Iran. Hesi flogfør eru ómannað og ljósleys.
møguleikar og avbjóðingar. Niels Egelund, stjóri í Center for strategisk uddannelsesforskning, DPU Hvat er sernámsfrøði, og hvussu verður sernámsfrøðilig vitan sett í verk í skúlum og á dagstovnum? – Lagt [...] við fyrilestrum og kjaki í læraraskúlahøllini hósdagin 24. november frá klokkan 13 til 16. Tiltakið er ætlað sum kunning til lærarar og námsfrøðingar í skúlum og á dagstovnum og sum íblástur, bæði til hesi