USA vil hava flogfar aftur

USA krevur at fáa tað ómannaða flogfarið, sum iranska loftverjan sigur seg hava skotið niður fyri nøkrum døgum síðani. Í fyrstani avsannaðu amerikanararnir, at nakað av teirra flogførum hevði verið innan fyri iranska markið, men seinni søgdu ISAF-deildirnar í Afghanistan, at eitt ómannað amerikanskt flogfar var farið av kós, og at tað eftir øllum at døma var dottið niður.

Í morgun hótti iranska herleiðslan við at taka flogfarið sundur fyri at fáa fatur á neyðugari tøkni til at gera flogfør av sama slagi sum tað amerikanska. Men nú hevur Barack Obama, forseti, biðið um at fáa flogfarið aftur.

-Vit hava biðið um at fáa tað aftur, og nú fáa vit at síggja, hvat iranar fara at svara, segði Obama, tá hann helt tíðindafundi í Washington í dag saman við irakska forsætisráðharranum, Nuri al-Maliki.

Sambært amerikonskum myndugleikum er tað eitt flogfar av slagnum RQ-170, sum er dottið niður í Iran. Hesi flogfør eru ómannað og ljósleys.