Ein teirra sum hyggur eftir væl umtóktu donsku sendirøðini Forbrydelsen er bretski forsætisráðharrin David Cameron úr Konservativa flokkinum.
Sendirøðin verður víst í bretskum sjónvarpi, og eisini í hesum landinum fær hon góð ummæli og nógva umrøðu, eisini hjá manninum við arbeiðsstaði sínum í Downing Street no. 10, sum elskar at hyggja eftir hesi við enska heitinum The Killing.
Undan jólum hevði tíðarritið RadioTimes samrøðu við Cameron um jól og jólahald, og ikki minst hvat honum dámdi at hyggja eftir í sjónvarpi.
Í hesum sambandi fekk hann spurningin um, hvørja sendirøð hann vónaði fór at liggja sum gáva undir jólatrænum. Svar hansara var púra greitt: Ta nýggju sendirøðina The Killing.
- Mær dámar sera væl Sarah Lund, sum hevur høvuðsleiklutin, vísir hann á. Hann sigur eisini, at hann ynskir sær eitt sjónvarp inn í sovikamarið.
Men so kemur tað, sum er sera áhugavert fyri okkum føroyingar: Honum dámar eisini sera væl troyggjuna við tí føroyska mynstrinum.