Vita ikki hví vanlukkan hendi

Enn vita teir sveisisku myndugleikarnir ikki við vissu, hvat hendi, tá ein bussur rendi inn í annan veggin í einum tunli har suðuri í landinum í gjárkvøldið. Stoyturin var ógvuliga harður, og 28 av teimum 52, sum vóru í bussinum, doyðu. Øll vóru úr Belgia, og 22 teirra vóru børn.

Myndugleikarnir hava staðfest, at vanlukkan hendi klokkan 21.15 lokala tíð. Inni í einum tunli snaraði bussurin brádliga til høgru og rendi inn í tunnilsveggin. Stoyturin var so harður, at tann fremsti parturin av bussinum fór í smildur.

Hámarksferðin í tunlinum er 100 km/t, men sveisiska løgreglan veit ikki, um bussurin koyrdi ov skjótt. Sagt verður, at bussurin er nýggjur og hevur trygdarbelti til øll ferðandi.

Vanlukkan kostaði seks vaksnum og 22 børnum í 12-ára aldri lívið. 24 onnur fingu skaða, og summi hava fingið stóran skaða, verður sagt. Tey flestu, sum doyðu, eru úr býunum Lommel og Heverle, sum eru í tí flamska partinum av Belgia.