Frá skúlaárinum 2011/12 hava lesandi á Føroya læraraskúla millum annað møgleika at velja sernámsfrøði sum linjugrein. Í hesum sambandi skipar Læraraskúlin fyri áhugaverdum tiltaki við fyrilestrum og kjaki í læraraskúlahøllini hósdagin 24. november frá klokkan 13 til 16.
Tiltakið er ætlað sum kunning til lærarar og námsfrøðingar í skúlum og á dagstovnum og sum íblástur, bæði til hesi og til tey, sum skipa fyri útbúgvingunum á Læraraskúlanum.
Á skránni eru hesar framløgur:
Janus Jensen, kst. dekanur á Føroya læraraskúla:
Stutt kunning um útbúgvingarnar á Føroya læraraskúla við serligum atliti at linjugreinunum
Emmy Joensen, stjóri í Sernám:
Støðan á sernámsfrøðiliga økinum í Føroyum – møguleikar og avbjóðingar.
Niels Egelund, stjóri í Center for strategisk uddannelsesforskning, DPU
Hvat er sernámsfrøði, og hvussu verður sernámsfrøðilig vitan sett í verk í skúlum og á dagstovnum?
– Lagt verður eisini upp til kjak og spurningar, og vit vóna, at tiltakið á konstruktivan hátt kann vera til at menna útbúgvingarnar á Føroya læraraskúla, sigur skúlin í tíðindaskrivi.