Sentimetrar frá eini vanlukku

Ein 10 ára gamal drongur var heilt óvanlig heppin, at hann ikki lá eftir á, tá ið hann súkklaði í havnargøtum í gjár.

Hann kom súkklandi oman eftir R.C Effersøesgøtu, oman ímóti rundkoyringini við SMS.

Tá ið hann sær, at ein bilur er í rundkoyringini, bremsar hann so mikið harðliga, at hann rýkur fram av súkkluni, í vegin og endar undir bilinum.

Bilførarin høgdi eisini bremsurnar í, men tá ið teir skulu fáa drongin undan bilinum aftur, var hettan á hettutroyggjuni føst undir bakhjólinum, so tætt var hetta við at enda við eini vanlukku, sigur løgreglan.

Drongurin var fingin undan bilinum í øllum góðum. Hann hevur brotið skøvningin, men tað má metast at vera ómetaliga væl sloppið, tá ið hugsað verður, hvat kundi verið hent, hevði hann ikki havt hesar fáu sentimetrarnar í sínum parti.

Annars hevur verið friðarlig hjá løgregluni í nátt. Einir tveir mans eru tiknir fyri at koyra við kenning og ein er tikin fyri at sigla við skjóttgangandi báti á Havnarvág.