Einaferð var endamálið við mótaframsýningum at sýna fram klæði. Tað er tað eftir øllum at døma ikki longur.
Bretska fyritøkan Robyn Coles, sum selur hattar, hevur viðgingið fyri útlendskum miðlum, at tað var fyri at fáa umrøðu í miðlunum, at sniðgevin við saman navni setti spill naknar damur á pallin, tá ið London Fashion Week bjóðaði hattaframsýning.
Hon sigur við Daily Mail, at ein ókendur sniðgevi má royna at fáa umrøðu í miðlunum kosta hvat tað kosta vil.
Robyn Coles nýtti haraftrat ikki tær vanligu ógvuliga klænu modellirnar, men valdi heldur at nýta kvinnur við formum.
Hon sigur orsøkina til hetta vera, at hattar kunnu nýtast av øllum, og tí er líka mikið hvussu nógv modellirnar viga.
Eisini ein barnakona var á pallinum. Fyrrverandi Miss Wales, 28 ára gamla Sophia Cahill, var komin átta mánaðir, tá ið hon trein á pallin einans í einum hatti.
Kelda. Eb.dk











