Spennandi val í Týsklandi

Í dag er lokalval í týska landspartinum Nordrhein-Westfalen, og eygleiðarar bíða við stórum spenningi eftir úrslitinum.

Tey bæði seinastu árini hevur ein minnilutastjórn av sosialdemokratum og teimum grønu sitið við valdið í landspartinum, men hon noyddist at skriva út nýval, tí tað bar ikki til at fáa meiriluta fyri fíggjarlógaruppskotinum.

Á valinum seinast mistu teir kristiligu demokratarnir hjá Angelu Merkel, kanslara 10 prosent, og tað gjørdi, at tað stóð á jøvnum millum sosialdemokratarnar og teir kristiligu demokratarnar. Nú benda meiningakanningar á, at teir kristiligu demokratarnir fara at missa fýra prosentstig, og at sosialdemokratarnir fáa trý afturat í dag.

Ein annar stórur spurningur er, hvussu tað gongst teimum fríu demokratunum, men eftir meiningakanningunum fer flokkurin at missa nógvar veljarar. Fríu demokratarnir eru við í stjórnarsamgonguni hjá Merkel, og tí bíða eygleiðarar spentir eftir, hvussu tað gongst flokkinum í dag. Úrslitið kann geva eina ábending um, hvat fer at henda, tá val verður til samveldistingið aftur.