ov nógv av tí góða út frá hesum báðum úrslitunum at staðfesta, at B36 er eitt betri lið enn FCN! Men tað ber væl til út frá úrslitinum at staðfesta, at Brøndby nú stendur seg betri á útivølli, enn Brøndby [...] spælarar hava megnað at tikið ábyrgdina á seg, segði Brøndby venjarin, sum eitt nú vísti á íslendingin Stefan Gislason, Thomas Rasmussen, sum eftir dystin hóskvøldið hevði hug at tosa niðursetandi um [...] bara tað heilt serliga. Frá fyrsta bríksli var hugburðurin, at vit vildu vinna, hóast vit spældu á útivølli ímóti einum liði, sum dugir væl at spæla upp á kontra, staðfesti væl nøgdi venjarin.
á Landssjúkrahúsinum bjóðar í yvirlýsing løgmanni á ein fund fyri at tosa saman um viðurskiftini á LS. Endamálið við fundinum verður at uppbyggja álitið aftur. Eitt misálit á leiðsluna er eisini eitt misálit [...] starvsfólk á LS verða við til at rætta. Tíðindaskriv Yvirlýsing frá samstarvsnevndini á Landssjúkrahúsinum Samstarvsnevndin á Landssjúkrahúsinum boðar í tíðindaskrivi frá, at ein samd samstarvsnevnd hevur [...] ført við sær. Samstarvsnevndin vil tí bjóða løgmanni á ein fund fyri at tosa saman um viðurskiftini. Endamálið við fundinum verður at uppbyggja álitið aftur. Eitt misálit á leiðsluna er eisini eitt misálit
Kunningarstovuna sigur, at familjur við børnum hava fyrsta rætt til hetta økið, tí tær hava størri tørv á at búgva nær við, og hon metir ikki at larmurin frá festivalinum fer at órógva ov nógv. - Hóast [...] gjørt um til øki fyri húsvognar, og her koma flestu húsvognarnir at standa. - Økið liggur ótrúliga væl fyri, og vit hava gjørt tað soleiðis, at familjur við børnum hava framíhjárætt til hesi plássini, greiðir [...] festivaløkið, so vísir tað seg, at larmurin ikki er so nógvur aftanfyri pallin, og tí er hetta staðið sera væl egnað, sigur hon. Summarfestivalurin hevur øll árini lagt dent, at tað er ein festivalur fyri alla
til flokkin - Eg fari at arbeiða so, at eg taki hvørt mál, sum tað kemur, og taki støðu til hvørt mál sær. Ja, eg haldi í hvussu er, at eg fari at arbeiða so, tí enn havi eg satt at siga ikki rættiliga [...] samband sítt við flokk og floksfelagar í javnaðarflokkinum sigur Gerhard, at hann enn ikki veit rættiliga, hvussu har er statt, men at hann óivað hevur tað gott við summi, og minni gott við onnur, ið hava [...] sína greiða, sigur Gerhard Lognberg, at tað er tað fyri so vítt. - Eg havi ein samgonguleiðara, sum skuldi verið mær nokkso nær, men sum eg ongantíð havi kent meg at hava nakað felags við, men hann hevur
Demirel er ivaleysur í, at Turkaland vinnur seg víðari: ?Um vit verða noyddir til at fara í holt við brotsspørk, so fari eg at gera mítt besta, men eg rokni við at vit fara at klára at greiða setningin í vanligu [...] spæla best ímóti slíkum álopsspælarum. Okkara tjóð og okkara fólk eigur at trúgva uppá okkum, tí vit eru veruliga førir fyri at standa okkum væl í hesi kappingini.? Sigur Volkan Demirel. Portugal og Sveis [...] verður spældur á Stade de Genéve. Bæði liðini hava 3 stig, og málmunin 2-3. Hetta merkir heilt einfalt, at endar javnt ímillum kekkar og turkar í kvøld, so verður brotssparkskapping, tí tá eru Turkaland og
tað ikki Argjabátinum at koma næstur á mál. Argjamenn vóru so mikið seinir út á startmálið, at teir sóu gula kortið fyri at vera ov seinir. Árnfirðingur leyp fyrstur avstað. Eftir at guli báturin hevði tikið [...] hvør verður meistari, og tað er heldur ikki nakar spurningur, nær Heiðabáturin fer at tryggja sær FM heitið. Tað fer hann at gera á Vestanstevnu í Miðvági um eina viku. Í dag skræddi Heiðabáturin seg framum [...] Argjabátinum, sum var skutin frammanfyri Kvívíkingin. At Árnfirðingur í dag var næstfremstur ber við sær, at Argjabáturin og Árnfirðingur hava sama stigatal í kappingini um silvurmerkini. 1 Heiðabáturin 04:34
sjálvandi borið við sær, at fótbóltstemperatururin í Klaksvík er hækkaður. Hetta saman við tí sannroynd, at tað er sannførandi oddaliðið, sum fer at vitja, fer ivaleyst at hava við sær, at áskoðarafjøldin verður [...] verður eftir øllum at døma fyri fyrstu ferð við í KÍ hópinum sunnudagin. Tað verður miðvallarin Emil Nolsøe Leifsson eisini. Hann hava klaksvíkingar fingið úr HB. Nýggja støðan ber við sær, at KÍ venjarin skal [...] er lagið avbera gott. Eftir at samansetta liðið leygardagin fyri einari viku síðani annað árið á rað tryggjaði sær Løgmanssteypið, eydnaðist tað mikukvøldið væl og virðiliga at styrkja um oddasessin í F
ikki í moskurnar at biðja. Fyri 10 árum síðani bleiv Abu Qatada dømdur í Jordan fyri at hava verið uppi í yvirgangi. Talan var um fráverudóm, og tí hava bretsku myndugleikarnir roynt at fáa hann útvístan [...] fyri dómsvaldið og vann har. Bretska ákæruvaldið sigur, at Abu Qatada hevur eggjað ungum muslimum til at gerast pínslarváttar, og amerikanarar siga, at nakrar av prædikum hansara vórðu funnar í einari íbúð [...] Herumframt fær Abu Qatada forboð fyri at tosa við ávís fólk, teirra millum Osama bin Laden og næsta mann hansara í al-Qaeda, Ayman al Zawahiri. Hann sleppur heldur ikki at tosa í fartelefon ella ígjøgnum teldu
stendur fyri tí. Felagið hevur avgjørt, at hetta eisini verður seinasta ferðin, at tað stendur aftanfyri tiltakið, so árini framyvir verða tað onnur, sum koma at taka sær av tí, og kanska verður tiltakið [...] Grøvini, har høvi verður hjá børnum og vaksnum at hugna sær til kvøldið kemur. Kl. 19 verður miðsummarrøðan, og verður tað Anna Maria Fosaa, plantufrøðingur, ið fer at halda røðuna. Sungið verður úr Songbók Føroya [...] Føroya Fólks, og verða fólk tí biðin um at taka Føroya Fólks við. Við tað, at tað nýstovnaða gongufelagið í Norðoyggjum sunnudagin skipar fyri einum túr til Blankaskála, verður ikki skipað fyri einum gongutúri
mín vón, at hesin skúli verður til veruleika. Suðuroyingar fáa eisini ein miðnámsskúla í Hovi í næstum, spell at hann ikki varð bygdur í Vági sum upprunaliga ætlað, men vónandi fer hesin skúli at betra um [...] oynni. Líka so umráðandi tað er, at vegasambandið er gott, og eitt gott samband er til meginøkið, líka so umráðandi er tað, at ungdómurin støðast og trívist í oynni, soleiðis at Suðuroyggin framhaldandi kann [...] Tað hevur mangan verið baldrut at koyrt yvir Hóvsegg í tøttum mjørka ella kavaroki, gleri og stormi, so nú hava suðuroyingar langt um leingi fingið virðiligt vegasamband bygdanna millum. Semjan um Hovstunnilin