Tað hevur verið tepurt við fólki hjá KÍ, men nú tykist síggja eitt sindur ljósari út. 24 ára gamli amerikanski álopsspælarin, Joe Zewe, sum hevur vant í Klaksvík seinastu vikurnar, verður eftir øllum at døma fyri fyrstu ferð við í KÍ hópinum sunnudagin. Tað verður miðvallarin Emil Nolsøe Leifsson eisini. Hann hava klaksvíkingar fingið úr HB.
Nýggja støðan ber við sær, at KÍ venjarin skal taka støðu til, um hann skal skifta út á liðnum, sum ikki hevur tapt átta tær seinastu ferðirnar.
Í EB/Streymi er lagið avbera gott. Eftir at samansetta liðið leygardagin fyri einari viku síðani annað árið á rað tryggjaði sær Løgmanssteypið, eydnaðist tað mikukvøldið væl og virðiliga at styrkja um oddasessin í Formuladeildini. EB/Streymur vann fulla úrtøku á heimavølli ímóti B71, og sigurin gjørdist eyka søtur, tá ið báðir teir næstu kappingarneytarnir snávaðu.
Sigurin í Gundadali mikukvøldið hevur sjálvandi borið við sær, at fótbóltstemperatururin í Klaksvík er hækkaður. Hetta saman við tí sannroynd, at tað er sannførandi oddaliðið, sum fer at vitja, fer ivaleyst at hava við sær, at áskoðarafjøldin verður stór.
Í EB/Streymi eru allir spælararnir tøkir. Mikukvøldið gav Sigfríður Clementsen Fróða Clementsen møguleikan á høgra vongverja, meðan Levi Hanssen var á sentralum miðvallarplássi og Brian Olsen var á beinkinum fyrsta tíman.