Samstarvsnevnd á LS vil hava løgmann á fund

Samstarvsnevndin á Landssjúkrahúsinum bjóðar í yvirlýsing løgmanni á ein fund fyri at tosa saman um viðurskiftini á LS. Endamálið við fundinum verður at uppbyggja álitið aftur. Eitt misálit á leiðsluna er eisini eitt misálit á øll starvsfólkini á Landssjúkrahúsinum, og tað vilja umboð fyri øll starvsfólk á LS verða við til at rætta.

Tíðindaskriv

Yvirlýsing frá samstarvsnevndini

á Landssjúkrahúsinum

Samstarvsnevndin á Landssjúkrahúsinum boðar í tíðindaskrivi frá, at ein samd samstarvsnevnd hevur fult álit á sjúkrahúsleiðsluni og hennara fráboðan um kostnaðin at reka Landssjúkrahúsið við núverandi virki og vil skjótast hava fund við løgmann, sum hevur sáað misálit á leiðsluna.

Í yvirlýsingini stendur m.a. ?Samstarvsnevndin undrast stórliga á útsøgnina hjá løgmanni í Dimmalætting 6. juni 2008, har hann førir misálit fram á sjúkrahúsleiðsluna á Landssjúkrahúsinum.

Samstarvsnevndin vil virka fyri at minka um ta óvissu og tann støðugt afturvendandi ótta millum starvsfólkið, sum alt tað politiska kjakið um fíggjarjáttan til Landssjúkrahúsið hevur ført við sær.

Samstarvsnevndin vil tí bjóða løgmanni á ein fund fyri at tosa saman um viðurskiftini. Endamálið við fundinum verður at uppbyggja álitið aftur. Eitt misálit á leiðsluna er eisini eitt misálit á øll starvsfólkini á Landssjúkrahúsinum, og tað vilja vit fegin verða við til at rætta.?

Samstarvsnevndin umboðar allar yrkisbólkar á Landssjúkrahúsinum.

Landssjúkrahúsið,

á samstarvsnevndarfundi hin 10. juni 2008