Javnleikur merkir brotssparkskapping

Klokkan 19.45 í kvøld spæla Kekkia og Turkaland tann alt avgerandi dystin í bólki A. Dysturin verður spældur á Stade de Genéve. Bæði liðini hava 3 stig, og málmunin 2-3. Hetta merkir heilt einfalt, at endar javnt ímillum kekkar og turkar í kvøld, so verður brotssparkskapping, tí tá eru Turkaland og Kekkia jøvn í innanhýsis uppgerðini, jøvn í stigum, og púra jøvn í máltúrtøku. Í so máta verður søga skrivað í EM-høpi. Turkiski málverjin, Volkan Demirel er ivaleysur í, at Turkaland vinnur seg víðari: ?Um vit verða noyddir til at fara í holt við brotsspørk, so fari eg at gera mítt besta, men eg rokni við at vit fara at klára at greiða setningin í vanligu leiktíðini. Eg og verjan hava eina torføra uppgávu fyri framman, tí kekkar hava nakrar stórar álopsspælarar. Men okkara verjuspælarar spæla best ímóti slíkum álopsspælarum. Okkara tjóð og okkara fólk eigur at trúgva uppá okkum, tí vit eru veruliga førir fyri at standa okkum væl í hesi kappingini.? Sigur Volkan Demirel. Portugal og Sveis spæla eisini í kvøld kl. 19.45, men tann dysturin er einki annað enn hagfrøðiligt pynt. Portugal er komið í fjórðingsfinaluna, og sveisisku spælarnir fara til hús í kvøld.