Familjur búgva backstage



Á leið 90 húsvognar eru væntandi til Klaksvíkar hetta vikuskifti. Og familjurnar, sum koma til Summarfestivalin fáa góðar umstøður. Økið beint aftanfyri høvuðspallin er gjørt um til øki fyri húsvognar, og her koma flestu húsvognarnir at standa.

- Økið liggur ótrúliga væl fyri, og vit hava gjørt tað soleiðis, at familjur við børnum hava framíhjárætt til hesi plássini, greiðir leiðarin fyri Norðoya Kunningarstovu, Maiken Steinberg frá. Eitt øki á vestaru kei, sum fyrr varð brúkt sum bingjupláss er eisini sett av til húsvognar.

Økið aftanfyri høvuðspallin er seinastu dagarnar planerað og el, vatn og  wc verður lagt inn á økið. Leiðarin fyri Kunningarstovuna sigur, at familjur við børnum hava fyrsta rætt til hetta økið, tí tær hava størri tørv á at búgva nær við, og hon metir ikki at larmurin frá festivalinum fer at órógva ov nógv.

- Hóast hetta er beint við sjálvt festivaløkið, so vísir tað seg, at larmurin ikki er so nógvur aftanfyri pallin, og tí er hetta staðið sera væl egnað, sigur hon.

Summarfestivalurin hevur øll árini lagt dent, at tað er ein festivalur fyri alla familjuna, og inni á