B36 tapti hóskvøldið 1-0 í Brøndby, og í dag vann Brøndby fyrsta landskappingardystin í nýggja kappingarárinum 2-0 ímóti FC Nordsjælland. Tað er kanska ov nógv av tí góða út frá hesum báðum úrslitunum at staðfesta, at B36 er eitt betri lið enn FCN!
Men tað ber væl til út frá úrslitinum at staðfesta, at Brøndby nú stendur seg betri á útivølli, enn Brøndby gjørdi í fjør, tá ið teir næstan ikki vunnu á útivølli.
Tað er áhugaverd staðfesting, tí Brøndby skal annan hósdag á ovara vølli í Gundadali royna at verja 1-0 leiðsluna, sum teir hava frá fyrra dystinum ímóti B36.
Brøndby venjarin, Tim Køhlert, var ógvuliga væl nøgdur eftir sigurin í Farum seinnapartin:
- Hugburðurin var góður, og nýggir spælarar hava megnað at tikið ábyrgdina á seg, segði Brøndby venjarin, sum eitt nú vísti á íslendingin Stefan Gislason, Thomas Rasmussen, sum eftir dystin hóskvøldið hevði hug at tosa niðursetandi um graslíkisvallirnar í Føroyum, og so á svenskararnar, sum eru á Brøndby liðnum:
- Teir megna bara tað heilt serliga. Frá fyrsta bríksli var hugburðurin, at vit vildu vinna, hóast vit spældu á útivølli ímóti einum liði, sum dugir væl at spæla upp á kontra, staðfesti væl nøgdi venjarin.









