Høgra hond Bin Ladens í Evropa latin leysur

Abu Qatada, sum sigst vera høgra hond hjá yvirgangsleiðaranum Osama bin Laden í Evropa, varð í dag latin leysur úr varðhaldi í Bretlandi

Tað er kærustovnurin í innflytaramálum, sum hevur gjørt av, at Abu Qatada skal sleppa úr varðhaldinum, men stovnurin leggur fleiri treytir við. Abu Qatada skal altíð hava eina elektroniska fótleinkju um annað beinið, so myndugleikarnir altíð kunnu vita, hvar hann er staddur, og hann sleppur bara út fyri dyr tveir tímar um dagin.

 

Herumframt fær Abu Qatada forboð fyri at tosa við ávís fólk, teirra millum Osama bin Laden og næsta mann hansara í al-Qaeda, Ayman al Zawahiri. Hann sleppur heldur ikki at tosa í fartelefon ella ígjøgnum teldu ella aðra samskiftisútgerð. Hann kann ikki taka ímóti gestum uttan loyvi frá myndugleikunum burtursæð frá smábørnum, sum hann er í ætt við. Hann sleppur heldur ikki í moskurnar at biðja.

Fyri 10 árum síðani bleiv Abu Qatada dømdur í Jordan fyri at hava verið uppi í yvirgangi. Talan var um fráverudóm, og tí hava bretsku myndugleikarnir roynt at fáa hann útvístan til Jordan, men Abu Qatada legði málið fyri dómsvaldið og vann har.

Bretska ákæruvaldið sigur, at Abu Qatada hevur eggjað ungum muslimum til at gerast pínslarváttar, og amerikanarar siga, at nakrar av prædikum hansara vórðu funnar í einari íbúð í Hamburg. Í íbúðini búðu nakrir av teimum, sum vóru við í yvirganginum í USA 11. septembur í 2001.