millum annað frá, at umsóknirnar verða viðgjørdar við grundarlagi í tørvinum á eldrabúplássum í upptøkuøkinum. Harvið var greitt, at Norðoyggjar og Klaksvíkar Kommuna lógu frammarlaga til at fáa lut í nevnda [...] drúgva telving millum kommununa og landsstýrið, samtykti Klaksvíkar býráð mánakvøldið einmælt at fara undir at byggja nýtt røktarheim í Klaksvík. Byggingin fevnir í fyrsta umfari um 24 eldrabúpláss. Løgtingið [...] Fíggjarmálaráðið um tillaging av fíggjarligu fortreytunum, soleiðis at henda bygging kann fremjast í verki. Mánakvøldið samtykti býráðið einmælt at fara undir bygging av røktarheimi í Klaksvík, sum í fyrsta umfari
førdi til, at skrúvan koplaði úr so at Smyril misti framdriftina, varð staðfest ímeðan hann lá við bryggju á Krambatanga og tað varð umvælt í gjár. Samtundis vórðu trygdarskipanir settar í fyri at fyribyrgja [...] fyribyrgja, at hetta ikki hendir aftur. Ímeðan Smyril lá við bryggju í Suðuroy, vóru skipanirnar royndar í verki og tá ið tær vístu seg at halda til trýstið, varð avgjørt at lata Smyril sigla til Havnar í morgun [...] morgun. Men fyri at geva fólki møguleika at koma til skipið, var fráferðin útsett frá klokkan 7 í morgun til klokkan 8.30. Men tá ið teir baksaðust við tað tekniska brekið ímeðan Smyril lá á Trongisvágsfirði
eingin roynd at endurupplíva mammuna eydnaðist. Tí gjørdu læknarnir av at royna at bjarga barninum við keisaraskurði. Læknarnir á sjúkrahúsinum í Colorado siga, nú nakrir dagar eru frálidnir, at hvørki mamma [...] sjúkrahús at føða. Meðan Tracy Hermanstorfer lá á sjúkrahúsinum, fekk hon hjartasteðg og gavst at anda. Støðan var hættislig, og føðingin dramatisk, tí tá mamman gav upp andadrátt sín, hevði barnið at kalla [...] seinni fingu læknarnir lív aftur í nýføðingin og ímóti øllum væntanum, byrjaði mamman eisini aftur at anda.. - Alt, eg átti á fold, varð tikið frá mær í einum, men eftir hálvum øðrum tíma fekk eg alt aftur
millum annað: - Tað er okkara hugsan, at vælferðin í samfelagnum verður skapað av privata vinnulívinum. Tí er tað sera týdningarmikið, at natúrlig amboð verða nýtt at skapa umstøðurnar hjá føroysku fyritøkunum [...] hugsan, at sjálvræðismentanin og íverksetaraandin er tað grundleggjandi fyri føroyska búskapin. Tað skal gerast eggjandi, og góðir karmar skulu skapast hjá íverksetarum, bæði føroyskum og útlendskum, at seta [...] Føroyum. - Tí mælir HUXA til, at, partafelagsskatturin skal lækkast/avtakast, eingin stuðul skal gevast privata vinnulívinum, íverksetara- og sjálvræðismentanin skal styrkjast og at alt alment vinnuvirksemi
munur á, hvussu man kann loyva sær at uppføra seg í til dømis billiard og fótbólti? Er tað í lagi, at senda ein skaddan fóbóltspælara inn á vøllin? Er tað óetiskt at fella ein fótbóltsleikara, sum er fríur [...] fríur framman fyri málinum? Er tað í lagi, at foreldrini skelda dómaran? Er tað í lagi, at foreldrini undir einum dysti skelda mótspælararnar? Er tað í lagi, at ein 18 ára gamal drongur gongur saman við [...] við 17 ára gamlari gentu, sum er á liðnum, hann venur? Er tað í lagi at nýta euforiserandi evni, bara tað ikki verður uppdagað? Hví blíva súkklararnir, sum eru við í Tour de France, ikki oftari avdúkaðir
olju- og gassfund eru gjørd vestan fyri Hetland henda seinasta mánaðin. Einki er at ivast í, at áhugin fyri økinum fer at vaksa sum frálíður skrivar Sosialurin. Oljufelagið Hurricane Exploration hevur gjørt [...] men enn restar nakað í fyri at gera fleiri kanningar og helst avmarkingarboring fyri at vita, um talan er um eitt rakstrarverdugt fund. Felagið sigur í tíðindaskrivi, at fundiðer rættiliga einastandandi [...] fyri Hetland. Vegna vánaligt veður og tekniskar trupulleikar eydnaðist ikki at testa brunnin, og tí hevur felagið gjørt av antin at fara niður aftur í brunnin ella bora ein metingarbrunn komandi ár. Í sambandi
Flávio fyri AIK, og nú vóru IFK noyddir at satsa. Tað nærmasta IFK kom at javna var eitt skot hjá Stefan Selekovic, sum rakti stongina. Ìstaðin gjørdist endin, at Daniel Tjernström legði AIK á odda 2-1 [...] út á vøllin, hóast løgreglan og vallarvarparin høvdu givið boð um, at tey ikki máttu fara út á vøllin. Summi vóru so ovurfegin, at tey skræddu troyggjurnar av AIK-spælarunum. Toppskjúttin hjá IFK hetta [...] Hysén stríddi seg gjøgnum alla AIK-viðhaldsfjøldini fyri at takka trúgvu IFK-viðhaldsfólkunum fyri stuðulin. Onkrir AIK-viðhaldsmenn royndu at forða honum, men hann stríddi seg yvir til IFK-viðhaldsfólkini
- Tað er hugstoytt, at vit hava sovorðnar lampusløkkjarar, sum einki gott og positivt duga at síggja her á landi, heldur formaðurin í Reiðarafelagnum. Í grein, hann rópar ?Ilt eyga kann einki gott sjá [...] agnum heldur, at alla staðni høvdu fólk fegnast um eina kanning, sum gav landinum slíkt ummæli. - Men nei, ikki í Føroyum. Dimmalætting ruddar forsíðuna og skrivar við stórum stavum, at vit eru dumpaðir [...] Útvarpið tosar við stjóran á Havstovuni, og hann er súrur og sigur, at bara tað, sum teir fáast við, er gott. Viberg Sørensen vísir á, at í kanningini fáa Føroyar eina so góða altjóða umtalu, sum Reiðarafelagið
brúka tey. Hetta verður gjørt til tess at fylgja nýggju ritualbókini, sum helst fer at geva sunnudøgunum hesi nøvnini. Hóast tað krevur nógva tíð og er stórt arbeiði at skriva og leggja eina lestrabók til [...] prentað í 1050 eintøkum, gekk bara stutt tíð til eingin var eftir. - Heldur enn at prenta bókina upp aftur, valdi eg at skriva eina heilt nýggja bók og prenta eitt størri upplag, sigur John Myllhamar. [...] til rættis, hevur høvundin tó valt at fylgja siðvenjuni við sjálvboðnari tænastu, sum hevur verið í føroysku kirkjuni gjøgnum tíðirnar, at lata bókina ókeypis til skip, stovnar og einstaklingar, sum vilja
hvalafangaran Shonan Maru 2. Ùrslitið var, at Ady Gil fekk stóran skaða og sakk. Hóast tey allarflestu, sum hava sæð sjónbandsupptøkurnar frá hendingini, vilja meta, at manningin á Ady Gil hevði skyldina av [...] stóru PR-trummina og roynir at geva manningini umborð á Shonan Maru 2 alla skyldina, meðan teir í Sea Shepherd vaska sær um hendurnar. Seinasta originala royndin hjá Sea Shepherd at varpa ljós á málið hendi [...] Peter Bethune, sníkti seg umborð á Shonan Maru 2 á miðjari nátt. Endamálið var at handtaka skiparan á Shonan Maru 2 fyri at hava siglt Ady Gil niður. Haraftrat hevur Peter Bethune handað skiparanum umborð