Nýggj lestrabók komin út

John S. Myllhamar hevur latið úr hondum nýggja lestrabók við heitinum “Í fyrstuni var orðið”. Hetta er onnur lestrabókin frá honum.

Fyrra bókin, ið nevnist “Orð títt er sannleikin” kom út í 2006. Hóast hon var prentað í 1050 eintøkum, gekk bara stutt tíð til eingin var eftir.

- Heldur enn at prenta bókina upp aftur, valdi eg at skriva eina heilt nýggja bók og prenta eitt størri upplag, sigur John Myllhamar.


Nýggj nøvn

Eins og i fyrru bókini er talan um lestrar til bæði fyrru og seinnu tekstarøð. Eitt sum er øðrvísi við hesi bókini og øðrum lestrabókum er, at nógvir av sunnudøgunum hava fingið nýggj nøvn.

Trinitatis sunnudagur eitur Tríeindardagur, sostatt verður tað nú: Fyrsti sunnudagur eftir tríeindardag, annar sunnudagur eftir tríeindardag o.s.fr. Sama við septuagesima, seksagesima og sunnudegi í føstuinngangi, hesir nevnast nú: Triði sunnudagur fyri føstu, annar sunnudagur fyri føstu og sunnudagur fyri føstu, tó standa gomlu nøvnini í klombur, um onkur heldur vil brúka tey. Hetta verður gjørt til tess at fylgja nýggju ritualbókini, sum helst fer at geva sunnudøgunum hesi nøvnini.

Hóast tað krevur nógva tíð og er stórt arbeiði at skriva og leggja eina lestrabók til rættis, hevur høvundin tó valt at fylgja siðvenjuni við sjálvboðnari tænastu, sum hevur verið í føroysku kirkjuni gjøgnum tíðirnar, at lata bókina ókeypis til skip, stovnar og einstaklingar, sum vilja ogna sær hana. Eisini tær kirkjur, ið ynskja at brúka bókina, fáa hana ókeypis.

Leggjast kann afturat, at helmingurin av kirkjunum í Føroyum saman við stovnum, kommunum og fyritøkum, hava veitt fíggjarligan stuðul til báðar lestrabøkurnar, ið hann hevur givið út.