Sea Shepherd ger alt fyri at verða hoyrdir í heimspressuni, og nú eru teir aftur í hornatøkum við japanskar hvalaveiðumenn Í januar sigldi tvíkiljan hjá Sea Shepherd, sum nevndist ?Ady Gil?, út fyri japanska hvalafangaran Shonan Maru 2. Ùrslitið var, at Ady Gil fekk stóran skaða og sakk.
Hóast tey allarflestu, sum hava sæð sjónbandsupptøkurnar frá hendingini, vilja meta, at manningin á Ady Gil hevði skyldina av samanstoytinum við Shonan Maru 2, so spælir Sea Shepherd upp á ta stóru PR-trummina og roynir at geva manningini umborð á Shonan Maru 2 alla skyldina, meðan teir í Sea Shepherd vaska sær um hendurnar.
Seinasta originala royndin hjá Sea Shepherd at varpa ljós á málið hendi í vikuni, tá skiparin umborð á Ady Gil, Peter Bethune, sníkti seg umborð á Shonan Maru 2 á miðjari nátt. Endamálið var at handtaka skiparan á Shonan Maru 2 fyri at hava siglt Ady Gil niður. Haraftrat hevur Peter Bethune handað skiparanum umborð á Shonan Maru eitt endurgjald uppá tríggjar miljónir dollars.
Skipari og manning umborð á Shonan Maru 2 hava sett Peter Bethune í varðhald umborð, og nú boðar japanska uttanríkisráðið frá, at skiparin umborð á Ady Gil verður førdur til japanska høvuðsstaðin, Tokyo, har hann skal fyri rættin fyri tær brotsgerðir, sum japanar meta, at hann og manningin umborð á Ady Gil hava gjørt ímóti japanskari lóg.
So enn einaferð hevur tað eydnast Sea Shepherd at fáa endurljóð fyri PR-trummu sínari.