Avgerandi dysturin um svenska meistaraheitið í fótbólti var á Nya Ullevi í Göteborg í gjár millum IFK Göteborg og AIK Stockholm. Áðrenn dystin hevði AIK 58 stig, meðan heimaliðið hevði 57 stig, og vóru teir bláu og hvítu úr Göteborg noyddir at vinna á teimum svørtu og hvítu úr høvuðsstaðnum. Tað eydnaðist tó ikki, tí í staðin vann AIK 2-1 og tryggjaði sær sostatt svenska meistaraheitið. Tá dysturin var liðugur tustu túsundtals AIK-viðhaldsfólk út á vøllin, hóast løgreglan og vallarvarparin høvdu givið boð um, at tey ikki máttu fara út á vøllin. Summi vóru so ovurfegin, at tey skræddu troyggjurnar av AIK-spælarunum.