Aftur eitt oljufund vestan fyri Hetland

Ikki minni enn trý olju- og gassfund eru gjørd vestan fyri Hetland henda seinasta mánaðin. Einki er at ivast í, at áhugin fyri økinum fer at vaksa sum frálíður.

Oljufelagið Hurricane Exploration hevur gjørt eitt oljufund vestan fyri Hetland. Hetta er sostatt triðja fundið, sum er gjørt vestan fyri Hetland innanfyri stutta tíð. Fyrst var tað DONG, sum gjørdi eitt gassfund í Glenlivet brunninum har norðuri, síðani OMV, sum fann olju í Tornado brunninum longur syðri, og nú kemur so Hurricane við enn einum fundi eitt sindur syðri og eystari.

Fundið liggur á Lancaster leiðini í loyvi 205/21, ikki so langt frá verandi framleiðandi keldunum Foinaven og Schiehallion. Talan er um lætta olju, sum er óvanlig fyri økið vestan fyri Hetland, men enn restar nakað í fyri at gera fleiri kanningar og helst avmarkingarboring fyri at vita, um talan er um eitt rakstrarverdugt fund. Felagið sigur í tíðindaskrivi, at fundiðer rættiliga einastandandi, tú tað letur upp fyri nýhugsan í leitingini vestan fyri Hetland. Vegna vánaligt veður og tekniskar trupulleikar eydnaðist ikki at testa brunnin, og tí hevur felagið gjørt av antin at fara niður aftur í brunnin ella bora ein metingarbrunn komandi ár.

Í sambandi við hini bæði fundini, sum eru gjørd vestan fyri Hetland, verður eisini borað víðari. Í Glenlivet brunninum er gjørd síðuboring fyri at vita, hvussu umhvørvið í undirgrundini sær út. Sama er galdandi fyri Tornadobrunnin, har boriskipið Stena Carron nú liggur heilt tætt upp at markinum og bora síðubrunn.