Eftir ikki sørt drúgva telving millum kommununa og landsstýrið, samtykti Klaksvíkar býráð mánakvøldið einmælt at fara undir at byggja nýtt røktarheim í Klaksvík. Byggingin fevnir í fyrsta umfari um 24 eldrabúpláss.
Løgtingið samtykti 11. mai løgtingslóg um studningslán til ellis- og røktarheim og eldrasambýli, har løgtingið heimilar Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum í tíðarskeiðnum 2009 til 2011 at veita kommunum studningslán, sum er rentu- og avdráttarfrítt, til eitt nú ellis- og røktarheim upp til 700.000 krónur fyri hvørt búfólk.
Í skrivi tann 28. mai boðaði Almannamálaráðið kommununum millum annað frá, at umsóknirnar verða viðgjørdar við grundarlagi í tørvinum á eldrabúplássum í upptøkuøkinum.
Harvið var greitt, at Norðoyggjar og Klaksvíkar Kommuna lógu frammarlaga til at fáa lut í nevnda studningsláni, og býráðspolitikarar vóru eisini longu byrjaðir at umrøða henda møguleika ítøkiliga.
Í apríl høvdu tveir av býráðspolitikarunum latið inn uppskot um bygging av ellis- og røktarheimi í Klaksvík, undirritað av Elsebeth G. Hansen, forkvinnu í Sosialu Nevnd, og Atla S. Justinussen, næstformanni í Sosialu Nevnd.
Á býráðsfundi 23. juni 2009 samtykti býráðið, eftir tilmæli frá nevndum, at taka undir við bygging av ellis- og røktarheimi.
Síðan hevur verið arbeitt miðvíst við verkætlanini, bæði innihaldsliga, tekniskt og ikki minst fíggjarliga, har dúgligt samskifti hevur verið við Fíggjarmálaráðið um tillaging av fíggjarligu fortreytunum, soleiðis at henda bygging kann fremjast í verki.
Mánakvøldið samtykti býráðið einmælt at fara undir bygging av røktarheimi í Klaksvík, sum í fyrsta umfari fevnir um 24 eldrabúpláss.