skrápurin er seint lagstur í ár. - Vanligt var, at kvøldini rundan um 10.-12. september plagdu at vera tey frægastu, men í ár var tað ikki ov tíðliga tey bæði kvøldini, eg var á urðini, sigur hann. Hann heldur [...] nátt hevur verið nakað serligur í heyst. - Hesi bæði kvøldini, eg var á urðini, var veðrið av tí allar besta, og annað av kvøldunum var eg ikki heima aftur fyrr enn klokkan 03.30, sigur Ivan Holm. [...] september var Ivan Holm í Nólsoy á urðini eystantil á oynni eftir lírum - við lykt á nátt. Vanligt er at tendra lyktina og byrja at leita, tá myrkrið hevur lagt seg, og í vanligari líratíð plagar tað var vera
fyri harðskap. Tað var um midnáttina at løgreglan var boðsend til ein búðstað í Havn, har húsaófriður var. Tá løgreglan kom á staðið, vísti tað seg, at talan var um ein mann, sum var farin rættiliga illa [...] fingið skaðar í andlitið. Men kanningar staðfestu, at einki var brotið kortini og talan var ikki nakrar álvarsligar skaðar kortini. Men tað var kortini nóg mikið til at løgreglan handtók mannin og setti
seinnapartin var á útivølli ímóti graunnunum í Fulham. Úrslitið var 3-1 til Chelsea, sum var frammanfyri við trimum málum, áðrenn heimaliðið pyntaði um. Stóri maðurin millum sigursharrarnar í dag var 23 ára [...] Heldur ikki hjá Newcastle var nakar ivi. Á útivølli í Hull vann Newcastle 4-1, eftir at hava verið frammanfyri 2-0 í 1. hálvleiki. Moussa Sissoki var tvífaldur málskjútti. Eisini Everton vann fulla úrtøku [...] ára gamli Andre Schürrle, sum var framrættaður í høgru og í eitt stórt korter – frá 52. og til 69. minutt – skoraði reint hattrikk. Úrslitið ber við sær. at Chelsea styrkti um sína støðu í toppinum. Heldur
tíðina í morgun, fekk løgreglan boð um, at ein bilur var farin út av á Oyggjarvegnum. Bilurin var á veg úr Havnini og var á veg vestur eftir, men tað var krapi á vegnum og tískil misti bilførarin tamarhaldið [...] Løgreglan sigur, at bilførarin, sum var einsamallur í bilinum, sat væl spentur í trygdartbeltinum og tey eru vís í, at tað er tí, at hann er sloppin so væl frá óhappinum. Hann var førdur á Landssjúkrahúsið til [...] kanningar, men at síggja til var einki í vegin, sigur løgreglan. Hesa tíðina er tað ikki loyvt at koyra við summardekkum, tá ið vandi er fyri hálku, men løgreglan sigur, at bilurin var skøddur eftir forskriftunum
fleiri ungum monnum í. Bilførarin var ein gamal kenningur hjá løgregluni, so løgreglan steðgaði honum at vita um alt var sum tað skuldi. Tað var tað ikki! Bilførarin var edrúur, men hinir ungu menninir í [...] talan var um smáar nøgdir, ið var til egið brúk. Men líka órógvandi var tað, at løgreglan fann eisini fleiri ólógligar knívar uppi á teimum. Tað er ikki heilt greitt, hvat slag av knívum, talan var um, men
besta startin. Tað var skjótt, at Erla leyp eina hálva bátslongd framum Drekan, sum skjótt var leysur av teimum trimum aftaru. Erla Kongsdóttir økti støðugt um munin, sum á Kósabrúnni var eina bátslongd og [...] málinum var Erla Kongsdóttir tvær bátslongdir frammanfyri Drekan. Kappingin um triðja plássið var tøtt, og ta kappingina vann Firvaldur av Tvøroyri eina bátslongd frammanfyri Blik av Argjum, sum var meiri [...] Tvær bátslongdir. Tað var munurin millum tveir teir fremstu bátarnar, tá ið 5-mannaførini við kvinnum kappróðu. Erla Kongsdóttir úr Fuglafirði, sum vann, og tað var báturin úr Fuglafirði, sum saman við
í februar 1980 – var C HM kapping í hondbólti í Føroyum. Spenningurin var ógvuliga stórur, tá ið Føroyar spældu fyrsta dystin. Hann var í Høllini á Hálsi í Havn, og mótstøðuliðið var Italia. Sum í kvøld [...] árum síðani ógvuliga javnt á. Støðan var 23 – 23, tá ið Italia fór í síðsta álopið, og við skoti í síðsta sekundi skoraði Italia sigursmálið og vann 24 – 23. Í kvøld var øðrvísi. Føroyar skoraðu sigursmálið [...] sigursmálið til 27 – 26, og fagnaðurin var øgiligur millum spælararnar og áskoðararnar. Fagnaður var stórur um, at tað við fínum avriki eydnaðist at vaska ikki so sannførandi avrikið í gjárkvøldið ímóti Luksemborg
vísir ein nýggj kanning, at VAR er atvoldin til 12 mistøk í Premier League higartil í hesum kappingarárinum. BBC nevnir tó ikki í hvørjum dystum mistøkini eru komin fyri. VAR var ætlað at sleppa av við øll [...] er eitt misbrot (brotsspørk og fríspørk) framt, ið VAR ikki hevur skrásett. Og seks ferðir hevur VAR umstoytt eina døming, ið var røtt dømd av dómaranum í dystinum. Premier League byrjar aftur annan jóladag [...] ið skal kanna um alt riggar við VAR sum ætlað. Hendan nevndin hevur nú havt fundir, og er nevndin komin fram til, at 12 mistøk eru gjørd í hesum kappingarárinum, ið VAR er atvoldin til. Seks ferðir er
Reinert Petersen var útbúgving lærari frá Haslev Seminarum í Danmark. Hann var 75 ár, nú hann andaðist. Føddur 5. august í 1946. Dan var ættaður úr Saltnesi og búði í Fuglafirði. Hann var sonur Ninnu Rigmor [...] hann eisini var deknur við Fuglafjarða kirkju. Hann var lærari í Klaksvík skúlaárið 1972-73, á Tvøroyri 1973-75 og í Runavík síðani 1975 – undantikið árini 1978-79 og 1981-82, tá hann var til skips. [...] Rigmor f. Reinert úr Kaldbak og Dávur Sofus Petersen úr Saltnesi. Dan var giftur Marjun f. Joensen úr Fuglafirði. Hann varð valdur á ting fyri Javnaðarflokkin í Eysturoyar valdømi í 1998. Hann hevði áður
Aftur í dag var tað Klaksvíkingur, sum var fremstur, tá ið 10-mannaførini kappaðust. Talan var um rættiliga kapping millum Klaksvíking og Havnarbátin og Norðing. Klaksvíkingur sá út til at vera fremstur [...] ferðirnar. Norðingur var eina løtu undan Havnarbátinum, men í endaspurtinum var Havnarbáturin tann drúgvari. Tá dró tað eisini saman millum teir báðar avbjóðararnar og Klaksvíking, sum tó var eina hálva bátslongd [...] fremstur eftir startspurtin, og Klaksvíkingur var fremstur allan teinin. Men hann slapp ongantíð rættiliga leysur av hinum báðum bátunum. Norðingur var væl betri við í kappingini, enn hann hevur verið tær báðar