Dan Reinert Petersen deyður

Í morgun bórust deyðsboðini av Dan Reinert Petersen, fyrrverandi løgtingsmanni.

Dan Reinert Petersen var útbúgving lærari frá Haslev Seminarum í Danmark. Hann var 75 ár, nú hann andaðist. Føddur 5. august í 1946.

Dan var ættaður úr Saltnesi og búði í Fuglafirði. Hann var sonur Ninnu Rigmor f. Reinert úr Kaldbak og Dávur Sofus Petersen úr Saltnesi.

Dan var giftur Marjun f. Joensen úr Fuglafirði.

Hann varð valdur á ting fyri Javnaðarflokkin í Eysturoyar valdømi í 1998. Hann hevði áður verið varamaður í styttri skeið valskeiðið 1990-94. Umframt lærarastarvið, so hevur Dan Reinert Petersen eisini verið sjómaður, bæði áðrenn hann fór á læraraskúla, og seinni, eftir tíðina í politikki, eins og hann eisini var deknur við Fuglafjarða kirkju.

Hann var lærari í Klaksvík skúlaárið 1972-73, á Tvøroyri 1973-75 og í Runavík síðani 1975 – undantikið árini 1978-79 og 1981-82, tá hann var til skips.