Tvær bátslongdir. Tað var munurin millum tveir teir fremstu bátarnar, tá ið 5-mannaførini við kvinnum kappróðu.
Erla Kongsdóttir úr Fuglafirði, sum vann, og tað var báturin úr Fuglafirði, sum saman við Drekanum fekk besta startin.
Tað var skjótt, at Erla leyp eina hálva bátslongd framum Drekan, sum skjótt var leysur av teimum trimum aftaru. Erla Kongsdóttir økti støðugt um munin, sum á Kósabrúnni var eina bátslongd og meiri enn tað, og á málinum var Erla Kongsdóttir tvær bátslongdir frammanfyri Drekan.
Kappingin um triðja plássið var tøtt, og ta kappingina vann Firvaldur av Tvøroyri eina bátslongd frammanfyri Blik av Argjum, sum var meiri enn tvær bátslongdir frammanfyri Havfrúnna úr Vestmanna.
5 mannafør kvinnur
1 Erla Kongsdóttir 05:35.13
2 Drekin 05:40.02
3 Firvaldur 05:50.13
4 Blikur 05:53.01
5 Havfrúgvin 06:01.22










