Tað eydnaðist ikki at fáa hol á undan steðginum, men í 2. hálvleiki gekk tað strúkandi hjá Chelsea, sum seinnapartin var á útivølli ímóti graunnunum í Fulham. Úrslitið var 3-1 til Chelsea, sum var frammanfyri við trimum málum, áðrenn heimaliðið pyntaði um. Stóri maðurin millum sigursharrarnar í dag var 23 ára gamli Andre Schürrle, sum var framrættaður í høgru og í eitt stórt korter – frá 52. og til 69. minutt – skoraði reint hattrikk.
Úrslitið ber við sær. at Chelsea styrkti um sína støðu í toppinum.
Heldur ikki hjá Newcastle var nakar ivi. Á útivølli í Hull vann Newcastle 4-1, eftir at hava verið frammanfyri 2-0 í 1. hálvleiki. Moussa Sissoki var tvífaldur málskjútti.
Eisini Everton vann fulla úrtøku. Á heimavølli var úrslitið 1-0 ímóti West Ham. Sigursmálið skoraði Romelu Lukaku, tá ið tað restaðu níggju minuttir.