Misti tamarhaldið á bilinum og bóltaði runt

Ein bilførari fór á Landssjúkrahúsið í morgun til kanningar

Fyri einum tíma síðani, um átta tíðina í morgun, fekk løgreglan boð um, at ein bilur var farin út av á Oyggjarvegnum.

Bilurin var á veg úr Havnini og var á veg vestur eftir, men tað var krapi á vegnum og tískil misti bilførarin tamarhaldið á bilinum. Tað endaði við, at hann fór á glið, bóltaði rút og fór einar átta metrar út av vegnum.

 

Løgreglan sigur, at bilførarin, sum var einsamallur í bilinum, sat væl spentur í trygdartbeltinum og tey eru vís í, at tað er tí, at hann er sloppin so væl frá óhappinum.

 

Hann var førdur á Landssjúkrahúsið til kanningar, men at síggja til var einki í vegin, sigur løgreglan.

 

Hesa tíðina er tað ikki loyvt at koyra við summardekkum, tá ið vandi er fyri hálku, men løgreglan sigur, at bilurin var skøddur eftir forskriftunum.