Sambært BBC vísir ein nýggj kanning, at VAR er atvoldin til 12 mistøk í Premier League higartil í hesum kappingarárinum. BBC nevnir tó ikki í hvørjum dystum mistøkini eru komin fyri.
VAR var ætlað at sleppa av við øll dómaramistøkini, men soleiðis er tað ikki blivið, enn.
Undan hesum kappingarárinum setti Premier League eina uttanveltaða nevnd, ið skal kanna um alt riggar við VAR sum ætlað. Hendan nevndin hevur nú havt fundir, og er nevndin komin fram til, at 12 mistøk eru gjørd í hesum kappingarárinum, ið VAR er atvoldin til.
Seks ferðir er eitt misbrot (brotsspørk og fríspørk) framt, ið VAR ikki hevur skrásett. Og seks ferðir hevur VAR umstoytt eina døming, ið var røtt dømd av dómaranum í dystinum.
Premier League byrjar aftur annan jóladag við dystinum klokkan 12.30 millum Brentford og Tottenham.