Ein maður hevur sitið í varðhaldi hjá løgregluni í alla nátt fyri harðskap. Tað var um midnáttina at løgreglan var boðsend til ein búðstað í Havn, har húsaófriður var.
Tá løgreglan kom á staðið, vísti tað seg, at talan var um ein mann, sum var farin rættiliga illa við kvinnuni, hann helt saman.
Maðurin hevði rættiliga harðligur við hana, so kvinnan hevði fingið skaðar í andlitið.
Men kanningar staðfestu, at einki var brotið kortini og talan var ikki nakrar álvarsligar skaðar kortini.
Men tað var kortini nóg mikið til at løgreglan handtók mannin og setti hann í varðhaldið í nátt.
Tað hevði eisini sína ávirkan í hesum føri, at talan er um ein gamlan kenning hjá løgregluni, eitt nú í sambandi við harðskap.
- Tað gjørdi sítt til, at maðurin varð handtikin og hann verður ákærdur fyri harðskap, sigur løgreglan.
|