Í góðveðrinum 21. og 23. september var Ivan Holm í Nólsoy á urðini eystantil á oynni eftir lírum - við lykt á nátt.
Vanligt er at tendra lyktina og byrja at leita, tá myrkrið hevur lagt seg, og í vanligari líratíð plagar tað var vera um 22-tíðina.
Ivan Holm sigur, at skrápurin er seint lagstur í ár.
- Vanligt var, at kvøldini rundan um 10.-12. september plagdu at vera tey frægastu, men í ár var tað ikki ov tíðliga tey bæði kvøldini, eg var á urðini, sigur hann.
Hann heldur ikki, at áhugin at ganga eftir lírum á nátt hevur verið nakað serligur í heyst.
- Hesi bæði kvøldini, eg var á urðini, var veðrið av tí allar besta, og annað av kvøldunum var eg ikki heima aftur fyrr enn klokkan 03.30, sigur Ivan Holm.










