tóku teir ímóti Fleyr í einum dysti, sum á pappírinum sá ómetaliga spennandi út. Um Fleyr megnaði at vinna, so kundu teir leggja seg undir liðuna á Mjølnir og Fram á øðrum plássi, men um Mjølnir vann [...] fyrsta settið 26-24. Í øðrum setti kom Fleyr út sum eitt ódnarveður. Teir spældu Mjølnir niður, og heimaliðið fekk ongantíð ein fót til jørðina í hesum settinum, sum Fleyr at enda vann heili 12-25. Nú stóð [...] nú sá Fleyr ikki út til at hava tað alt ov gott. Mjølnir var komið út til settið í heilt øðrum lag, og teir megnaðu eisini at vinna hetta settið rættiliga trygt við úrslitinum 25-19. Nú skuldi Fleyr vinna
tíð hava Fleyr og Mjølnir ligið væl aftan fyri tey bæði fremstu liðini, ÍF og SÍ. Men meðan ÍF støðugt hevur styrkt sína støðu sum oddalið, er SÍ viknað munandi í síðstuni, og tí royna Fleyr og Mjølnir [...] Í kvøld hittast Fleyr og Mjølnir í Eik-liguni hjá monnum, og vinnarin av dystinum yvirtekur næstfremsta plássið frá SÍ, sum hevur verið nummar tvey í allan vetur. Dysturin, sum verður spældur í kvøld klokkan [...] Mjølnir at gera sær dælt av nú. Undan dystinum í kvøld hava Fleyr og Mjølnir níggju stig í part, sum er eitt minni enn SÍ. Sostatt stendur fast, at vinnarin í Gundadalshøllini í kvøld verður nummar tvey í Eik-liguni
í Havn vann Fleyr uttan nakran trupulleika yvirhøvur, men dysturin í Klaksvík gjørdist ein gysari, tá til stykkis kom. Tað eydnaðist tó Fleyr at vinna dystin 3-2, kortini. Tí vóru tað Fleyr-leikararnir [...] FLEYR-MJØLNIR 3-0 (15-13, 15-5, 15-6) Eftir at ÍF a hevði tapt fyri Fram hóskvøldið var týdningarmikið hjá Fleyr at vinna dystin móti Mjølnir, um liðið skal gera sær nakrar vónir um at vinna meistaraheitið [...] sera skjótt fyri seg. Fleyr vann tey ávikavist 15-5 og 15-6 og tað var, sum úrslitið eisini sigur, ongantíð nakar sum helst ivi um hvønn veg sigurin fór í hesum báðum settum. Fleyr vann tey bæði, og hevði
longdini. Tá tað kemur til landskappingina er eingin ivi um, at teimum í Fleyr leingist eftir at vinna meistaraheitið aftur, tí seinast Fleyr gjørdist meistari var í 2006. Og høvuðsstaðarfelagið hevur eins og [...] Uttan at siga nakað um tað fer at rigga hjá Fleyr ella ikki, so er greitt, at kappingin við hini liðini í deildini verður hørð, tí tey eru sterk. Men Fleyr hevur eisini sterkar leikarar, við drúgvum royndum [...] onnur lið velja at taka dystin upp við klaksvíkingar, og tað er als ikki óhugsandi, at eitt nú ÍF og Fleyr, sum eisini hevur fingið útlendskan styrk, kunnu fara at bjóða Mjølnir av í oddanum. Tað kunnu sørvingar
kann tí gerast størsti avbjóðarin til finalukjansin, ið alt bendir á, at annaðhvørt SÍ, Mjølnir ella Fleyr skal fáa ímóti ÍF. Hjá sørvingum gongur aftur á hond, og har skal nógv henda, skal SÍ ikki detta
FLOGBÓLTUR Fyri viku síðani mátti SÍ spæla fimm sett, áðrenn sigurin á Fleyr var fingin til høldar, og í gjár máttu aftur fimm sett til í mansdystinum í Sørvági. Munurin var bara, at hesa ferð tapti SÍ
Fyri viku síðani mátti SÍ spæla fimm sett, áðrenn sigurin á Fleyr var fingin til høldar, og í gjár máttu aftur fimm sett til í mansdystinum í Sørvági. Munurin var bara, at hesa ferð tapti SÍ fimmsettaran
tær í seinasta umfarinum vitja hjá ÍF. Hesaferð verður talan so neyvan um nakran snávingarstein, tá Fleyr kemur á vitjan. Munurin millum liðini bæði hevur alt árið verið risastórur, og tað skuldi verið løgið [...] dysturin leiktur um vikuskiftið. Hetta er í Klaksvik, har oddaliðið, Mjølnir, tekur ímóti botnliðnum, Fleyr. Her er einki at ivast í, at stigatalvan endurspeglar styrkismunin, sum er millum liðini, og tí er
vánalig. Í 2. setti fekk Fleyr bara 5 stig, og her skal enntá nevnast, at Mjølnir hevði tveir servufeilir. Sostatt vann Fleyr bara 3 stig, og tað man vera tað minsta nakað lið hjá Fleyr hevur vunnið ímóti Mjølni [...] Mjølnir ? Fleyr 3 ? 0 (25-12, 25-5, 25-9) Flogbóltur Meistaradeild, kvinnur Mjølnir og Fleyr eru einastu lið, sum hava vunnið meistaradeildina hjá kvinnum. Mangan hava dystirnir millum hesi liðini verið [...] so heilt galið hjá Fleyr, men at hótta Mjølnir megnaðu tær tó ikki. Skrædlið kom av álvara í 2. setti. Servurnar hjá Mjølni vóru harðar og góðar allan dystin, og móttøkan hjá Fleyr var út av lagi vánalig
verið so jøvn millum júst Mjølnir og Fleyr, ið eisini hava verið fremstu rivalarnir seinnu árini. Nú sjey umfør eru farin, stóð so greitt, at bæði Mjølnir og Fleyr høvdu sama stigatal, 19 stig, men av [...] steypafinaluna við settmuninum 21-6, ímóti 20-6 hjá Fleyr. Hartil er so at siga, at Mjølnir hevur ein annan fyrimun, tí Mjølnir hevur í vetur vunnið á Fleyr, tá liðini møttust í Klaksvík. Tá skuldu fimm sett [...] sett til, áðrenn Mjølnir stóð sum vinnari við 3-2 sigri. Men hóast tað ikki eydnaðist kvinnunum hjá Fleyr at fáa steypafinaluplássið nú, hava tær longu ognað sær eitt partabræv í kappingini um hitt plássið